Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 131
Føroyski leypurin
139
Tá ið tú fyllir tøðini, er eisini ymiskt at ansa eftir. Tú
mást ikki fylla ov nógv í og so trygda tøðini ov fast niður,
tí so kann leypurin skrædna. Heldur ikki sláa hvíslina
niður í ovastu rim, so at rimin skamfílast. Tó slepst illa
undan, at hvíslin onkuntíð kemur í, og vanliga eru tí ov<
astu rimarnar á brúktum tøðleypi slitnar nakað niður á
miðjuni7). Vóru tøðini bleyt, vórðu tey skumpað upp á
køstagarðin fyrst, og borin t. d. dagin eftir; tá vóru tey
vatnrunnin (Svk.).
Við tøðbering ræður um, ikki minni enn við torvbering
— at ansa væl eftir, tá ið stoytt verður. Rennur torvið væl
úr, tá ið tú hellir leypinum passaliga framyvir, so eru tøðini
aftur ímóti meira treyð at fara, tey fara ikki uttan leypurin
vendir beint upp og niður. Her er tað ein fyrimunur, at
leyparnir eru vegvaksnir, tá gongur betur úr, tá ið stoytt
verður. Ansast má væl eftir ikki at lata leypin dumsa, tí
so skrædnar hann, men halda eftir, á sama hátt sum oman<
fyri er greitt frá við torvleypinum, og lata leypin koma
spakuliga niðurá. Men ymist hevur kortini verið borið at:
— «Tað ráddi um at stoyta beint fram av økslini» (F.,
Hv.,). — «Tað var at halda leypinum aftur, so at tað mesta
fór burturúr, áðrenn leypurin tók» (Mi.). — «Leypurin
skuldi altíð tømast, áðrenn hann kom niður at» (Kl.). —
«Tá ið stoytt varð úr leypi, varð hildið um annan stuðulin,
meðan fetilin var verðandi á høvdinum, og so rapaði úr.
Á hendan hátt varð altíð stoytt úr leypinum, hvat so í hon<
um var.» (Svk.).
Við hoyggj ráddi um at stinga væl, men ansast mátti
eftir ikki at stinga ov fast kortini, tí tá var skjótt til at
spreingja leypin. — Eisini máttu allir stuðlarnir taka niðurá,
meðan stungið varð, at hann skuldi ikki skjótast úr horni.
— «Einki fer verri við leypi enn hoyggj, tað spennir hann
sundur» (Svk.).
Sum longu nevnt, er ymist, hvussu væl rennur úr leyp*
inum, torv fer t. d. lættari enn tøð; eitt tað ið best man
renna, er fiskur, tað er bert at hella leypinum eitt sindur