Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 119
Føroyski leypurin
127
Endiliga varð grótleypurin brúktur við velting, til at bera
grót til rennur.
Viðvíkjandi korni, hoyggi, ull og gróii.
Til korn varð leypurin brúktur at bera øksini á sornin,
um riparin ikki stóð í sornhúsinum, men burturfrá. Hann
varð settur undir riparan, tá ið ripað varð, og øksini duttu
niður í hann. Summir nýttu størstu leypar til hetta, trí*
fjórðungsleypar, aðrir nýttu vanligar leypar. — Onkustaðni
høvdu teir serligan leyp til at bera kornbundini inn á.
Hann var skaptur sum stórur grótleypur, serliga var fetlasíðan
so ógviliga høg, og varð hann kallaður bundaleypur (N.).
Hoyggið verður borið í byrði, so her verður leypurin
ikki nýttur, uttan hvat ið hendir seg (My.). — Men tá ið
tey rakaðu hoysløð og sátustaðir — oftast konufólk — varð
hetta borið inn í leypi, ella borið til næstu sátu, sum maður
var farin undir at binda í byrðar. — Inn fyri neytini verður
borið í leypi: leypurin verður væl stungin og stórur roki
omaná; maðurin fevnir so um rokan og tekur hendurnar
undir ovastu rim og ber framman fyri sær. Summir hava
stóran leyp til hetta, men vanligt er at hava byrðarleypin.
Tá ið sligið verður inn til kúnna, verður grasið borið í
byrðarleypi. — Tá ið teir gjørdu heilt stóra des, høvdu teir
leyp standandi mitt í desini og drógu hann við, sum upp
leið, so at luftrás eftir leypinum kom at vera upp ígjøgnum
desina (Mv.). — Bendlarnir til des, tá ið teir vórðu gjørdir,
vóru lagdir í leyp.
Vanligt hevur verið, men ikki allastaðni, at goyma ull
í leypi, og summar staðir hava teir borið ullina í leypi av
rættini og heim; aðrir bóru hana í neti. Leypurin hevur
eisini verið nýttur til at býta ullina á rættini. — Við tøting
varð leypurin nýttur at karða uppí. — Tá ið ullin var
vaskað, varð hon borin í leypi út í ánna, ella undir lækjuna,
at skola. Síðan varð hon koyrd í leypin aftur at vatnrenna,
— summir løgdu stein omaná. Soleiðis stóð so ullin í ein
ella tveir dagar. — Og leypar vórðu nýttir til at turka ullina