Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 55
Tuberklarnir í Føroyum í 19. og 20. øld
63
víða hvar. Hesin spurningur kom fyri á løgtingi í 1906,
longu í 1907 varð farið undir at byggja, og í juni 1908
varð bróstsjúkrahúsið í Hoydølum upplatið við 32 seingjum.1)
Frá hesum ári kunnu vit tí rokna við, at líkindini hava
verið til at fáa sjúklingar við lungnatuberklum til rættuliga
viðgerðar.
2. Tuberklalóggívan.
Fyrsta lóg her á landi, ið nemur við tuberklarnar er hin
undir fráboðanunum áðurnevnda lóg nr. 54 av 26. marts
1898, ið gevur embætislæknanum heimild til at lata sátt*
reinska bústað, búnað og seingjarklæði, har sjúklingur er
deyður av smittandi lungnatuberklum. Henda heimild er
uppafturtikin í lógum frá 15. mai 1903, 29. marts 1904 og
16. december 1910.
Longu seinast í 19. øld vóru, sum áður er nevnt, fólk
farin at skilja, at tuberklarnir vóru ein smittandi sjúka,
hóast hin gamla lagnutunga líkasælan, ið helt sjúkuna vera
eitt ættarbregði, sum einki gjørdist við, enn í mong ár
forðaði fyri verndarstarvinum. Ein smittuótti fór um alt
landið og helt ikki fáum sjúkum frá at søkja lækna, so tey
skuldu ikki fáa smittuheitið sitandi á sær fyri lívið. Tey
meiri upplýstu strongdu á, teirra millum vax — sum frá*
sagt er í heilsulagslýsingini fyri árið 1904 — áhugin fyri
meiri miðvísum starvi móti tuberklunum eins og fyri upp*
skotum til nýggjar tuberklalógir, og løgtingið setti í 1904
niður nevnd til at fyrireika lóggávu.
Fyrsta beinleiðis tuberklalógin kom við fyriskipan av
1. december 1905, ið setti lóg nr. 69 av 14. apríl 1905
(om Foranstaltninger til Tuberkulosens bekæmpelse) í
gildi í Føroyum. Leiðslan í bardaganum móti tuberklunum
verður løgd undir embætislæknan, kommunustýrini og
heilsunevndirnar undir eftirliti yvirheilsunevndarinnar. Lóg«
1) 1 1932 vórðu nýggj hús bygd aftrat, so seingjatalið vax til 54.