Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 61
Tuberklarnir i Føroyum í 19. og 20. øld
69
vandan, slapst undan honum, hevði alt verið vunnið, men
tað verður hildið at vera ógjørligt.
Frá 1937 bjóðaði tuberklastøðin sær kortini til at kanna
allar fiskimenn, sum koma vildu, og tað hendi seg meiri
enn so, at fiskimenn av sær sjálvum vitjaðu til kanningar,
men teir vóru ov fáir til at tað reiðuliga gjørdi mun (sí
seinri). 1937—39 vóru kortini á henda hátt funnir 3 smittus
berar. Núverandi tuberklayvirlækni strongdi kortini alsamt
á, og h. 21. november 1959 varð samtykt lóg um tvungna tu=
berklakanning av føroyskum fiskimonnum, sum eftir hesi
lóg, hvørja ferð teir mynstra, skulu vísa fram prógv frá
tuberklastøðini, at teir hava ikki smittandi tuberklar, og
má hetta prógv ikki vera eldri enn 1 ár.
Beinanvegin, lógin var komin í gildi, byrjaði tuberkla*
støðin úti á bygdunum at pirka fiskimenn (december 1939
—apríl 1940), og tær rættuligu kanningarnar fóru so fram
inni á sjálvari tuberklastøðini um várið og út á summarið
1940. Hvør maður varð lýstur ígjøgnum (í ivaføri varð
tikin røntgenmynd), blóðkroppafall varð gjørt og lurtað
varð á mannin. A henda hátt vóru kannaðir fyrsta árið
tilsamans 3267 føroyskir fiskimenn (umframt 50 Norðmenn).
Tað mesta ein dag var 180 menn. Av teimum pirkaðu vístu
teir 53 % seg at vera tuberkulimpositivir.
Hetta fyrsta árið fann støðin 8 fiskimenn við opnum,
smittandi lungnatuberklum, og vóru hesir 8 menn av 8
ymiskum skipum. Umframt vórðu funnir 5, sum høvdu
aktivar, men ikki smittandi lungnatuberklar, og so nakrir
aftrat við tuberklum aðrastaðni í kroppinum. Allir teir
smittandi og 6 aftrat vóru lagdir inn til viðgerðar.
Hvussu stóran týdning hesar nýggju kanningar høvdu
skilst av tí, at einans ein triðjungur — 1043 av teimum 3267
— áður hevði verið kannaður á tuberklastøðini, og í hesum
triðjungi vóru einans 3 av teimum — ikki smittandi — at
finna. Allir hinir sjúku vóru at finna teirra millum, sum nú
noyddust til rannsóknar, tí lógin var komin.
Hesar rannsóknir vóru í fyrstini ikki í gildi fyri skipini,