Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 103
Føroyski leypurin
111
Støddin á málinum var tann, at 16 fimtingar gingu í
heimatunnuna, men til handils* ella krambatunnuna, gingu
bert 12 fimtingar. — Málið sjálvt var fýrkantaður kassi,
men tílík fimtingsmál eru nú at kalla eingi eftir. í seinni
tíðum hava teir nýtt blikkkassa ella spann í staðin. Til
dømis sigur frásøgumaður úr Hvalba: «Her varð brúkt ein
spann, ca. 12 pottar strokið mál.» — Tvey fimtingsmál
hevur høv. fingið at vita um, annað í Hovi og hitt í Hvalba.
Mátini á teimum eru:
Hovsmálið: 36cm X 17 X 20,5 = 12,546 dm3 = 13,0 pottar.
Hvalbiarmálið: 22cm X 22 X 24 = 11,616 dm3= 12,0pottar.
Ikki eru tey heilt eins stór bæði, litur á muni. Taka vit
nú hvalbiarmálið, sum er 12 pottar, og vit vita at 12 fimt*
ingar eru í krambatunnuni, verður tunnan 12 pottar X 12
= 144 pottar. Men hetta er sama tunnan sum 48»kannu<
bæratunnan, ið er vanliga tunnan norðanfyri. — So er
spurningurin, hvussu tað ber til, at hovsmálið er so stórt,
13 pottar. Hendan spurning kann høv. ikki greiða avgjørt
her, men ætlar, at tað kann koma av óneyvari uppmáting
av málinum, ella at málið av misgáu er gjørt ov stórt, ella
av báðum orsøkum. — Vit mugu tí ætla, at krambatunnan
í Suðuroy, er sama mál sum 48*kannubæratunnan norðam
fjarða.
Men hví alt hetta um fimtingsmálið og tunnuna? Jú, í
Suður, t. e. í teimum bygdum, svør eru fingin upp á spurnar*
bløð: Ho., Hv. Svk., verður fimtingur nýttur sum mál á
leypum, og leyparnir hava nøvn eftir fimtingi, og tveir eftir
tunnu, 16=fimtingstunnu. Frá størsta byrðarleypi til smá=
leypar verða teir nevndir:
7ífimtingsleypur 84 pottar
6» - 72 -
5* — 60 -
Fjórðungsleypur 48 —
3«fimtingsleypur 36 —
Hálvfjórðungsleypur 24 —