Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 57
Tuberklarnir í Føroyum í 19. og 20. øld
65
astu er m. a. komið við, at statsstudningur kann verða
veittur til víðkan og byggingar av tuberklaviðgerðarstøðum
og — annaðhvørt sum studningur til feløg ella kommunur
— til raxturin av tuberklastøðum, — Loksins er — lógin
um kanning av skipsmanningum verður seinri nevnd —
komin kunngerð av 6. mai 1952 um upphald tuberkla*
sjúklinga á tuberklasjúkrahúsum í Danmørk, har skilað
verður til, at landsstýrið bert í hendingaførum vil góð<
kenna, at føroyskir sjúklingar verða lagdir inn á onnur
tuberklasjúkrahús og bróstsjúkrahús í hinum partinum av
ríkinum uttan á tey, sum hitt danska meginfelagið «Natio»
nalforeningen til Tuberkulosens Bekæmpelse* eigur.
3. Føroya felag móti tuberklasjúku og tuberklastøðin.
Fyrsta atsóknin móti tuberklunum má vera tann at fáa
tey sjúku til hóskandi viðgerðar og at forða fyri nýggjari
smittu. Hetta gerst ikki einans við lógum, læknum og
sjúkrahúsum, men umframt at vera ein spurningur um við<
gerð er hetta stríðið eisini ein spurningur um fólkaupp=
lýsing — at læra, hvussu vit sleppa undan at verða smittað
og sjúk, og hví vit beinanvegin eiga at leita okkum heilsu*
bót, hava vit verið fyri tí óhappi at fáa sjúkuna.
Næsta tiltak móti tuberklunum kom tí at verða Føroya
felag móti tuberklasjúku, sum varð stovnað h. 19. oktober
1924, og sum longu í 1926 hevði fingið 1149 limir. Fyrb
lestrar um tuberklar vórðu hildnir víða um í oyggjunum,
tá felagið varð stovnað við tí endamálið at vekja ans fyri
bardaganum móti tuberklunum og eftir førimuni at veita
peningastyrk til tey, sum ringast vóru rakað av sjúkuni,
t. d. tá uppihaldari vegna smittuspjaðing ella viðgerð varð
lagdur inn á bróstsjúkrahús. Blómudagur varð hildin, smá»
rit send út millum fólk til upplýsingar, og uppsløg sett
upp víða hvar við ávaring um smittuvandan, serliga av
spýting. Aðalendamálið var kortini at byggja eitt tuberkla=
sjúkrahús, hin 2. mai 1926 varð farið undir at byggja, og