Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 162
170 Nøkur orð um R. K. Rasmussen og ritgerðir hansara
nú, umframt tær heilsuligu umstøðurnar í landinum, fólka<
føðsluna og bústaðarviðurskiftini, og har hann endar við
eggjandi orðum um at útvega børnunum meiri mjólk, sum
einans kann fáast við at bøta um landbúnaðarviðurskiftini
burturav, at geva øllum børnum lýsi, ikki at leggja burtur
góðan gamlan sið, men sjálv at gera lýsi heima og at eta
toskalivur.
Fyrimyndarligu rannsóknir og ritgerðir hansara um tu*
berklarnar í Eiðis læknadømi er aðrastaðni í hesi bók trivið
í so tíðum, at her skal einans verða uppaftur tikið, at áttu
vit ikki hesar kanningar, høvdu vit í dag ikki dugað at
mett nakað stórvegis um gongdina á hesi sjúku her í oyggj°=
unum júst tey ár, sjúkan hevur gjørt mest um seg.
Tá dr. Rasmussen kom higar til Føroya og fór undir
yrki sítt, stúrsaði hann stórliga yvir tey nógvu blindu, hann
rakti við, nógv fleiri enn hann var vanur at síggja, har
hann kom frá. Einans ferð — í 1907 — hevði tá eygna*
lækni vitjað oyggjarnar, og tí fór hann beinan vegin undir
at leita upp øll blind í læknadømi sínum og at kanna
tey. Av hansara ávum kom aftur eygnalækni higar í 1923
og til henda royndi hann so at fáa øll tey blindu, hann
vitsti um. í 1924 kom ritgerðin um tey blindu í Eiðis
læknadømi, og endar hann hana við kravi um, at øll blind
í Føroyum gjølla verða kannað, og at útvegir fáast fyri, at
fólk við brekaðum eygum kunnu fáa viðgerð í góðari tíð,
áðrenn ovseint er. í 1926 kemur ritgerðin um tey blindu
í øllum Føroyum, og tekur hann uppaftur her kravið um,
at eygnalækni má fáast higar í minsta lagið annaðhvørt ár.
Honum eydnaðist at fáa løgtingið at játta, at eygnalækni
kom til Føroya í 1932 við tí endamáli at ferðast út á
bygdirnar og kanna øll blind og viðgera tey, sum hjálpast
kundu. I 1932 og 1934 komu so ritgerðir hansara um at*
voldirnar til blindni. Honum untist tann gleði at síggja
úrslit úr hesum starvi. í 1926 var talið á blindum í Før^
oyum 49 uppá hvørjar 10.000 íbúgvar — hægst í øllum
Norðurlondum — í 1932 einans 24, enn høgt, men fallandi.