Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 125
Føroyski leypurin
133
hevur tolt at vera borin í fótabuginum, ella tí at illt hevur
verið um at ganga, til dømis úr skor upp ígjøgnum bjarg*
lendi. Seyðurin varð tá bundin niður og settur eftir bakend*
anum í leypin. Teir høvdu tá hoyggj í botninum. — Kálv hava
teir eisini borið á sama hátt. — Endiliga bóru teir kol í
leypi, bæði har teir sjálvir brutu sær kol til egna nýtslu,
t. d. í Hvalba og á Tvøroyri; og í Tórshavn, har kolið av
goymslustaðnum var koyrt út í húsini í rossavogni, men
kolið stóð á vogninum í leypum, sterkum tættleypum, og
var í teimum borið úr vogninum og inn. — Og annað var
borið: eyrur, kavi og ísur, harav nøvnini eyrleypur og kava*
leypur, o. a. m.
Smíðtólini í leypi.
Smíðtólini vórðu eisini havd í leypi, smíðaleypi. Hetta
var ofta lokaleypur, kundi eisini vera vanligur tættleypur
og viðhvørt rimaleypur. Smiðir vóru ofta burtur í øðrum
bygdum og arbeiddu, tá var hent at hava amboðini í leypi.
At bera til møtis og ávegis.
Har langt var at ganga og vegurin brattur og tungur,
varð ofta borið til møtis, hetta mundi vera lættari. Tveir
kundu bera til møtis og tríggir og fýra, og fleiri, sum
vegurin var langur, og sum manningin var. — Vanligast var
hetta við tøðum og torvi; men eisini fisk (t. d. Kl., Gj.)
o. a. bóru teir til møtis. —
Mannagongdin at bera til møtis, t. d. tveir ið bera tøð:
Annar er í køstinum, fyllir uppí og fer við fullum leypi.
Teir møtast á miðjari leið, hesin við fullum leypi, og møtir
hinum við tómum. Teir skifta, hann ið var í køstinum fer
aftur hagar við tómum leypi at fylla upp í aftur, hin ber
tøðini hagar tey skulu fara, í veltuna, ella á bøin. Er bakki,
steinur ella tíl. á møtingarstaðnum, seta teir frá sær har,
tá er lætt at sleppa undir aftur. Men er slætt, verður tómi
leypurin settur við kjaftinum niður og hin settur omaná. —
Eisini kann verða farið undir leypin, uttan at hann verður