Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 18
26
Tuberklarnir í Føroyum í 19. og 20. øld
1946 1947 1948 1949 1950 30.300 79 43 46 45 40 16,7 34 18 13 14 13 6,1
1951 32 10
1952 26 7
1953 32.600 23 7,4 11 2,3
1954 18 7
1955 22 2
Árini 1941—43 eru kunngjørd 60, 55 og 41 nýggir tilburðir, men eiga
hesi tøl smb. Tbls. og Lls. at vera ávikavist 100, 72 og 79, og eru tí
hesu beinari tøl nýtt.
Árini 1947—49 eru kunngjørd 15, 11 og 12 andlát, men eiga tey beinu
tølini, sum nýtt eru, smb. Tbls. og Lls. at vera 18, 13 og 14.
Vilja vit tí fyrst bera fram úr heilsulagslýsingunum tað,
teir sjálvir siga.
1 1899 sigur fylkislæknin i Vestmanna, at fólk fara ikki eftir lækna,
fyrrenn heilt illa stendur til. I 1901 stendur at 3 av teimum 4 fráboð-
aðu tuberklatilburðunum úr Vestmanna eru fráboðaðir fyrr, og av teim-
um 10, sum eru fráboðaðir úr Tórshavnar fylki, eru fleiri eisini frá-
boðaðir úr øðrum fylkjum, av tí at sjúklingarnir reika frá einum lækna
til annan, tá teir ikki halda seg fáa heilsuna nóg skjótt aftur. í 1902
heldur hann, ið tá skrivar, at nógvir verða fráboðaðir fleiri ferðir upp
I saman. Hann uggar seg við, at tað eru ikki nýggir tilburðir, og talið
tí ivaleyst ov høgt. 1903 verður aftur viðmerkt um teir nógvu, sum
koma uppaftur í saman. Men kortini verður nú hildið, at talið á nýggj-
um tilburðum man heldur vera ov lágt enn ov høgt, tí ivaleyst ganga
nógvir sjúklingar, sum venda sær ikki til lækna, summir tí teir kenna
sær ikki stórt mein av sjúkuni, aðrir tí teir óttast fyri at fáa heitið sum
smittandi sjúkir. Óttin fyri smittu er summastaðni nógv ov stórur, og
nevnd verða dømi um, at tuberklasjúk hava verið skýggjað sum høvdu
tey svartadeyðan. — 1 1904 verður hildið, at tuberkladeyðin ivaleyst
man vera størri enn deyðaváttanirnar siga frá, ti við vissu eru summi
andlát av tuberklum ikki tald uppí. Av teim nýfráboðaðu eru fleiri,
sum støðugt ganga aftur. Stórur mismunur er at finna millum tølini á
sjúkralistunum hvønn mánað og so tær beinleiðis fráboðanirnar á oyðu-
bløðunum. Hann roynir at meta um talið 47 nýggj, kanska átti tað