Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 94
102
Caigeann og køkja
med et Hul i hver Ende, igjennem hvilke de Baand drages,
som bindes dem om Halsen.» — Orðabókarseðilin hevur
hetta: Køkja, v. a., (om Faar) hæfte to sammen med Strikke
om Halsen og en Hvirvel paa samme, duas oves conjun*
gere laqveo circa collum, cui repagulum (<«um» óskilligt)
applicatum.» — Dr. Jakob Jakobsen hevur navnorðið —
køkja, {., «to sammenbundne fár» — í søgnini um Unga=
jógvanssynir (søgnin er úr Sandoynni). Har — Færøske
2. mynd. Køkingarfjalir. Føroya Fomminnissavn.
Ovara fjølin er 93 cm long, niðara 102 cm.
Folkesagn og Ævcntyr (1898—1901), bls. 71 — stendur so:
«Teir fóru um at stjala seyð um næturnar og løgdu køkjur
um hestarnar.» Navnorðið havi eg annars ikki funnið upp=
skrivað hjá Dr. Jakobsen, men sagnorðið hevur hann, helst
man tað vera úr Suðuroy. 1 eini uppskriftini stendur bert
«køkja seyð», í eini aðrari: «at køkja o: binda seyð saman
við køkingarrim.» Av hesum trænum, sum her er kallað
køkingarrim («køkjingarim»), hevur hann heldur ófullkomna
tekning; men so mikið sæst, at hetta er eitt avlangt træ=
petti við holi í hvørjum endanum, og at har ígjøgnum
hevur verið drigið haft, sum aftur hevur verið bundið um
hálsin á seyðinum, og at tveir seyðir (2 lomb?) hava verið
«greipaðir» hvør við sín enda á «rimini». — Eisini M. A.
Jacobsen hevur skrivað upp tiltakið at «køkja seyð»; hetta
er helst úr Suðuroy, og sunnan úr Vági hevur hann fingið
hesa upplýsing: «køkingarfjalir = kyrringarfjalir ella =nmar.»