Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 98
106
Caigeann og køkja
orðabók, har sum greitt er frá orðinum «trelægn». — Eg
skoyti uppí her, at orðið «svøvil» er nýtt orð í føroyskum,
neyvan hundrað ára gamalt, og komið úr enskum («swivel»).
Svøvil á lambstjóðri, horn við nagla ígjøgnum, varð áður
nýttur sumstaðni í Føroyum; hann æt, í hvussu er í Porí
keri (N. Djurhuus magistari), «held». —
b _
o
o
o
t
3. mynd. Tjóðurkøking1).
■O t
■o f
Víst hevur «køking» av einumhvørjum slag verið til í
øðrum londum enn í Føroyum og í Skotlandi. Men kortini
tora vit at styðja okkum við tann líkskapin í merking, sum
orðini køkja í føroyskum og caigeann (eldri helst: *coicenn)
í skotskgeliskum hava, so at vit halda okkum kunna siga,
at hetta er sama orðið. Nú eru orðini eisini ljóðliga átøk,
ja, reiðiliga lík, um vit hugsa okkum hitt skotska orðið í
eldri sniði. Men hvussu tað ber til, at (stutt) *o í geliskum
kom at verða (langt) ø í fornføroyskum, dugi eg ikki rætti<
liga at greiða. Helst hava norrøn fyrndarorð sum krøkja,
fløkja, røkja, o. s. fr., verið fyrimyndin. Ein ljóðrættur form»
ur *kokja hevði ongum líkst í norrønum máli.
SUMMARY
Scots Gaelic caigeann (s. f., et v.) and Faroese køkja (s. f., et v.) are
so similar in meaning and sound that there can be no doubt that they
are of common origin. Both are used to denote a means of fastening
two animals together, in the Faroes two sheep, in Scotland two sheep,
goats or ponies. In both places a thin board is sometimes used to fasten
*) Úr H. F. Feilberg: Ordbog over jyske almuesmál III, bls. 842.
a er tjóðrið, t fjølin við 3 holum, b band, f seyður.