Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 160
Nøkur orð um R. K. Rasmussen
og ritgerðir hansara.
Eftir H. D. Joensen.
Rasmus Kristen Rasmussen er borin í heim hin 8. no<
vember 1886 í Pedholt í Malling sókn sunnanfyri Árhus
í Danmørk, har faðir hansara var bóndi og átti garð.
í 1906 tók hann studentsprógv við Árhus Kathedrab
skúla og á vetri 1914—15 læknaprógv við lærda háskúlan í
Keypmannahavn. Hugur hansara stóð alla tíðina frá ungum
árum til at gerast virkandi lækni úti millum fólk á onkrari
landsbygd, men til tess at búgva seg út, var hann tey fyrstu
5‘/2 árini lækni á ymsum sjúkrahúsum og samstundis í
l*/2 ár hjálparlækni í herliðnum.
Eiði hevði í 1912 fingið kommunulækna, men tá fyrsti
læknin har í 1916 fekk annað starv, komu allar bygdirnar
norðast á Streym« og Eysturoynni at liggja í læknaloysi í
fleiri ár, hóast ferð eftir ferð var roynt at fáa lækna hagar.
Dr. Rasmussen, ið sá hesar lýsingar ganga aftur og aftur,
sigur seg meiri og meiri at hava kent tað á sær sum eina
skyldu at fara til Føroya. Her var virkisøki og ætlandi
umstøður av tí slagnum, hann hevði tokka til. Hann helt
fram við útbúgving síni á sjúkrahúsum enn í nøkur ár,
men søkti so og fekk Eiði, hagar hann flutti til og byrjaði
starv sítt hin 27. juni 1920, 33 ára gamal. Her á Eiði varð
hann verðandi øll síni manndómsár og gav fólkinum í
teimum 17 bygdunum, hann hevði at røkja, alla megi sína
og mátt í 32 ár, til hann hin 27. juni 1952, 65 ára gamal,
flutti suður til Havnar at búgva.