Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 165
Nakur orð um R. K. Rasmussen og ritgerðir hansara 173
nýyrði fyri tey ovurhonds mongu fremmandu heitini, sum
fløða yvir í øllum donskum læknabókmentum. Hóast fulb
kønur í føroyskum hevur hann ikki hildið seg til at skriva
føroyskt mál, men hevur av fullum huga eggjað og stuðlað
monnum til at halda føroyskt vísindarligt mál reint fyri
óhóskandi útlendsk lániorð. Tí ikki eigur meðferð hansara
at verða misskilt sum undirgivni. Treiskur og áræsin hevur
hann verið, tá hann helt seg hava rætt. 1 1953 skrivaði
hann søguna um sinnissjúkramálið í Føroyum og aðra rit*
gerð har hann gjølla lýsir uppskot um sinnissjúkrahús her
á landi. Hesi úrslit og uppskot bað hann løgtingið sleppa
sær at greiða út í æsir fyri tingmonnum, og lítil ivi kann
vera í, at tann einmælta viðtøka, sum nú um dagarnar var
gjørd á tingi, í stórum er hesum starvi dr. Rasmussens fyri
at takka.
Um ritgerðir dr. Rasmussens, bæði smáar og stórar, undir
einum kann verða sagt, at tær goyma í sær so nógv meiri
enn nøvn teirra boða frá. Har eru altíð drjúgvar søguligar
frágreiðingar, og alt tað, sum eldri høvundar hava funnið,
verður havt á lofti og umhugsað. Og almikið er av sam*
felagsligum upplýsingum frá eldri og nýggjari tíð, so hann
í stóran mun á nógvum økjum í greinum sínum hevur
skrivað brot úr heilsulagssøgu okkara. Egnu kanningar
hansara eru sermerktar av stakum vandni, miklum atfinn<=
ingarsemi og drjúgvum — tú kannst viðhvørt halda ov
drjúgvum — og álítandi lýsingum av sjúkueyðkennum og
smittusambandi. Ikki hevur hetta verið gjørligt uttan so,
at hann ferð eftir ferð hevur noyðst at ganga hús úr húsi
í øllum læknadøminum at fullfíggja søvn síni. Sjáldan man
eitt læknadømi hava verið so kannað og troytt út í æsir
sum hansara. Og undrunarvert er tað, at maður, sum í
dagliga yrki sínum hevði ivaleyst fyri báðar hendur, skuldi
fáa stundir at steðga á uppi yvir so mongum av tí, sum
vit aðrir noyddust at fara fram við, uttan at geva okkum
størri far um tað.
Onkur kundi nú spurt, hví hesin maður festi fót hjá