Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 36
44
Tuberklamir í Føroyum í 19. og 20. øld
Á smittu høvdu fólk einki skil fyrr enn seinast í 19. øld.
Ymsir vísindamenn og læknar høvdu av og á sett fram ta
áskoðan, at summar sjúkur og teirra millum tuberklarnir
vóru smittandi, og frá miðjuni av 18. øld kom hetta meiri
og meiri til orða. Tjakið harðnaði í seinastu helvt av 19.
øld, men ikki var fyrr enn Robert Koch í 1882 fann tu*
berklabakteriuna, at hetta allastaðni varð góðtikið. — Fyrr
høvdu fólk hildið tuberklarnar verið eina arvasjúku, nú
hendi — sum so ofta er — ein bráðvend. Tey ræddust nú
sjúkuna, og hóast hetta kanska førdi summi til lækna, førdi
tað kortini tað ringa við sær, at mong duldu, at tey vóru
sjúk, so tey skuldu ikki — eins og nevnt er fleiri ferðir í
heilsulagslýsingunum — verða skýggjað sum svartideyðin.
í heilsulagslýsingini fyri 1906 stendur skrivað, at «bert fyri
fáum árum síðan sperraðu tey í eini bygd eina tuberkla*
sjúka konu inni í einum vanligum seyðhúsi, uttan nakra
hjálp». Hesin ótti er nú á døgum ikki so sjónskur meiri,
men hann er ofta nevndur eitt nú í 1921, har tað sigst, at
ringt gongur at fáa fólk til at lata seg leggja inn á bróst*
sjúkrahúsið, tí so halda tey seg verða merkt sum smittu*
berar restina av lívinum.
Hvussu smittuvandin seinastu árini av 19. øld brádliga
vax verður seinri greitt frá.
D. Hugleiðingar viðvíkjandi tuberklasjúkuni í Føroyum
í 19. og 20. øld.
Royna vit nú við øllum teimum upplýsingunum í huga,
sum higartil hava verið handfarnir framman undan, at gera
okkurn eina mynd av teirri gongd, tuberklasjúkan hevur
havt her á landi, so langt aftur, sum vit kunnu tekkja hana,
so kann eingin ivingur vera í, at Rasmussen (1931a) er
heilt á beinari leið, tá hann sum úrslit sítt av kanningunum
í Eiðis læknadømi sigur: «Tuberklarnir eru tá ein gomul
sjúka í Føroyum. Røtur hennara ganga ivaíeyst langt aftur
í 18. øld — kanska nógv longur». Tuberkladeyðan, sum