Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 71
Tuberklarnir í Føroyum í 19. og 20. øld
79
tuberkulinínegativu, sum tikið hava við henni, móti hesi
ringu sjúku. í fleiri ár hevur nú tuberkladeildin við lands*
sjúkrahúsið verið nýtt til vanligar sjúklingar, einsog«Nýggja<
hús» á bróstsjúkrahúsinum í Hoydølum síðan 1952 er lagt
aftrat landssjúkrahúsinum til eina deild fyri fólk við áhald*
andi sjúkum. «Gamlahús» á bróstsjúkrahúsinum við teim«
um 32 seingjunum har eru, hevur síðan verið ivaleyst til
tuberklasjúk, tí hesi seinastu árini hava í meðal bert ligið
umleið 20 tuberklasjúklingar (og viðhvørt nógv færri) í
senn í Hoydølum.
Valla fara vit tí skeivir, loyva vit okkum at spáa, at
tuberklarnir í Føroyum í næstum fara at minka niður í
lítið og einki. Men enn eru óráð at minka um tað miðvísa
arbeiðið, sum tuberklastøðin ger um landið alt. Hetta má
ikki leggjast niður, og lógin um tvungna kanning av skips*
monnum ikki takast av. Tuberklakoppingin má halda áfram,
øll skilagóð fólk í landinum mugu stuðla hesi atgerð, og
vónandi fara øll tey ungu framvegis at taka væl undir.
So við og við verður tað tá einans millum tey eldri
ættarliðini, at vit fara at finna tuberklarnar, og nógv verða
tey ikki, hóast vit enn í nøkur ár koma at fáa andlát, ið
stava frá tuberklum. Viðgerðarútreiðslurnar fara at minka,
og aðahiltøkini meiri og meiri at taka seg saman um vernd*
ina einans.
Men hvussu henda út í æsir skal fara fram, og hvørji
vandamál, vit tá fara at møta á okkara leið — tí slík verða,
tað slepst ikki undan — tað er alt ein søga fyri seg og
hoyrir ikki upp í henda táttin, har vit hava roynt at eyg*
leiða sjúkuna fram til dagin í dag.
SUMMARY
The present study sets out to evaluate critically the incidence of
tuberculosis in the Faroes in the 19th and 20th centuries on the basis
of the literature available, the evidence contained in death certificates
(introduced in 1879) and in notifications of new cases of tuberculous