Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 78
86
Merking av toski vestan fyri Suðuroy í 1952
oynna verður fiskað millum fjórðing og triðing av fisk*
inum, sum her er 2—4 ára gamal. Á Norðhavinum eru
18% av merktu fiskunum fingin aftur.
2. At kalla allur fiskurin er fingin aftur undir Føroyum,
bert tríggir eru afturfiskaðir aðrar staðir: ein við Orkn*
oyggjarnar, ein í Norðsjónum og ein undir Bjarnoynni.
Hetta rímar væl við, at Føroyafiskurin er serstøk grein
av toski (Schmidt 1930). Meðan smáfiskurin ferðast lítið
yvirhøvur, er tað øðrvísi við toskinum. Tá hann hevur
gýtt á Norðhavinum um várið, spjaðist hann við oyggj*
arnar. Men næsta vár er hann aftur at finna á Norð*
havinum (Táning 1940).
3. Toskurin á Føroya Banka er serstøk grein, ið hevur lítið
og einki samband við fiskin inni undir oyggjunum. Av
teimum 600 fiskum, ið vórðu merktir á Føroya Banka,
eru bert 2 fingnir aftur inni við oyggjarnar.
2. Merkingin í 1952.
Vegna seinasta veraldarbardaga, hildu tær merkingar, ið
Danir høvdu gjørt her, uppat í 1939. 1 1951 varð Fiski*
rannsóknarstovan sett á stovn í Tórshavn. Árið eftir varð
farið undir at merkja fisk. Hetta árið vórðu tilsamans 1093
fiskar merktir undir Føroyum. Her skullu vit greiða eitt
sindur frá merkingini av 523 fiskum vestan fyri Suðuroy
á sumri og á heysti 1952.
Til merkingina vórðu nýttir ebonitknappar, settir fastir
í kápuna, soleiðis at annar knappurin situr inni undir káp^
uni og hin uttaná. Hesir báðir verða festir saman við silvur*
tráði, ið gongur ígjøgnum eitt av kápubeinunum, Praeoperí
culum (Táning 1940, p. 7). Fiskað varð við snøri. Tá merkt
verður, verður fiskurin mátaður (full Iongd í cm), merktur
og so sleptur út aftur beinan vegin. Fiskar, ið bløða illa
ella eru skaddir á annan hátt av húkinum verða kortini
ikki sleptir av stað aftur.