Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 4
12
Tuberklarnir í Føroyum í 19. og 20. øld
Havn høvdu lungnatuberklar og 18 høvdu tuberklar í beina*
grindini (Heevup 1924). í 1843 verður í heilsulagslýsingunum
talað um «ta í Føroyum innlendu phthisuna». Og úr kirkju*
bókunum kundi Boeg (1902) beinleiðis ávísa, hvussu tuberkla*
sjúkan sum ein innanhýsis farsótt gekk aftur í sama húsi, og
nevnir hann dømi um hetta frá fyrru helvt av 19. øld úr Húsa*
vík 1818—23, í Skálabotni 1836—47 ogá Toftum 1839—50.
I síni millum heilsufrøðingar heimsgitnu ritgerð um mes*
lingarnar í Føroyum sigur Panum (1847 a), at áhaldandi
slím á lungunum ivaleyst man vera ein tann vanligasta
sjúkan í Føroyum, og at henda sjúkan ofta heldur á so
leingi, at sjúklingarnir av henni tærast burtur'), og eftir tí
hann hevur uppspurt, er henda sjúkan ein tann vanligasta,
kanska hin mest vanliga deyðaatvoldin hjá gomlum fólki
í Føroyum. Eitlasjúkan í ymsu framkomum hennara sigur
hann vera at finna í Føroyum, og teir við hesa sjúku nær
skyldu tuberklarnir eru heldur ikki heilt ókendir, men
báðar eru hesar sjúkurnar ið hvussu er toluliga sjáldsamar,
tá borið verður saman við onnur lond. Um tuberklarnar
sjálvar heldur hann hetta, av tí at hann, hóast hann lurtaði
á fleiri hundrað sjúklingum, bert fann 2, har hann við vissu
tordi at gera av, at teir .høvdu lungnatuberklar. Men aftur
ímóti sá hann nógvar sjúklingar, sum tærdust burtur av
áhaldandi slími á lungunum, og hann leggur eina við, at
skiljast má millum hesar seinri og so teir rættuligu tu*
berklarnar. — Her noyðast vit at geva Boeg (1902) allan
rættin, tá hann finnist at slíkum skilnaði millum «Iungna»
tæring» og lungnatuberklar tá á døgum og heldur einki
vera at ivast í, at Panum (1847 a) hevur lopið um nógvar
rættuligar tuberklatilburðar. Vit mugu her leggja aftrat, at
tílíkur skilnaður var ikki bert hættisligur, men tá á døgum
— 35 ár áðrenn tubbusteyrin var funnin — var heilt ógjørligt
at seta tílíkt mark. Eisini er vert at hava í huga, at Panum
*) Hann nýtir her tað millum læknar serliga fyrr á døgum vanliga
nýtta orðið: «under hektiske symptomer*.