Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 126
134
Føroyski leypurin
settur niður, soleiðis: A og B bera til møtis. Teir møtast,
A við tómum leypi og B við fullum. A roynir at vera
fyrri á møtingarstaðnum, ið hvussu er ikki seinni. A setir
leypin frá sær, tekur støðu undir liðini á leypinum hjá B,
tekur afturum og undir leypin og heldur honum. Nú fer
B undan, meðan A heldur, og fer til hina liðina á leypinum
og heldur honum tí megin á sama hátt sum A sínumegin.
Nú sleppur A leypinum og fer undir hann, meðan B heldur
(Kl.). — Tað var ikki óvanligt fyrr, at maður og kona
bóru til møtis. — Teir hava yvirhøvur skundað sær og
borið skjótt at við skiftingini. Men onkur tekur kortini
soleiðis til: «Tað mundi henda við hvørt, og lættari mundi
tað vera; so sótu teir og snakkaðu eina góða løtu, tá ið
teir møttust» (T.).
Tá ið teir bóru til møtis, høvdu teir ofta fastar hvílingar*
sessir, kundi vera ein bakki ella ein steinur, sum høvdu
navn. Høvundinum er tó ikki kunnugt um, at hesi nøvn
sipa til, at plássið er hvílingarstaður.
Eisini bóru teir ávegis, bæði tøð og torv, har í langt
var at ganga, og stoyttu miðskeiðis á vegnum. Vóru tað
tøð, mátti maðurin trigda tey væl niður, so at ikki skuldi
torna (Mv.).
Konufólk og smábørn bóru leyp.
1 Føroyum hevur verið sum í øðrum londum, at mangt
tungt arbeið, sum vit í dag rokna at vera mannfólkaarbeið,
tað gjørdu konufólkini. í Føroyum man hetta lag hava
hildið sær longur enn í hinum Norðurlondum, og ein or«
søkin mundi vera skipsfiskiskapurin. í eini tíð, tá ið konu*
fólkið aðrastaðir meir og meir slapp frá «mannfólkaarbeiðí
inum», kom í Føroyum við skipsfiskiskapinum ein rytma
í arbeiðslívið, sum nettupp gjørdi tað neyðugt at konu*
fólkið hevði hetta arbeiðið, tøð< og torvbering o. a. — tað
sum maðurin ikki fekk tíð til ta stuttu tíðina, hann var
heima ímillum suðurlandstúrin og eysturlandstúrin. Henda