Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 59
Tuberklarnir í Føroyum í 19. og 20. øld
67
sum høvdu tuberklar, at fáa tey til viðgerðar, sum høvdu
viðgerð fyrí neyðini, og at forða mest møguligt móti nýggj«
ari smittu annaðhvørt — og best — við at leggja inn smittuí
berar, til tess teir ikki smittaðu longur, ella — har hetta
ikki gjørdist — tá gjølla at venja teir at ansa eftir við
hosta og spýting. Alt hetta miðvísa starv kemur nú skilliga
til sjóndar á 2. farmynd, har vit síggja talið á «nýsjúkum»
at vaxa øðiligt í 5*árabólkunum 1926—30 og 1931—35.
Hesin vøxtur er sjálvandi bert nakað, ið vísir seg, hann
sigur einki um, at tuberklarnir nú eru farnir at taka dik
á seg í Føroyum av nýggjum — deyðatalið er alsamt mink^
andi — men stavar frá tí, at í hesum árum verða tuberkb
arnir skrásettir um alt landið, og tí verða funnin nógv sjúk,
sum eingin vitsti um áður. Eitt annað, sum ger, at tølini
hesi ár verða so høg er ivaleyst áðurnevnda persónskort*
savn í heilsustjórnini, men mest tað, at nú verða tey ný«
smittaðu, beina vegin tey kenna sær okkurt mein, sum vera
kann tuberklar, fráboðað. Hesi ár verður tað vanligur kunn=
leiki bæði millum fólk og læknar, at smittuhitin, knúta*
rósin og vatn á lungunum eru tey fyrstu sjúkueyðkennini,
sum tuberklarnir vísa, og meir og meir fara læknarnir at
fáa fatur á tí, at tuberklar vísa seg skjótt aftaná smittuna,
at longu eini 5 tey fyrstu árini hevur sjúkan vanliga gjørt
tað mesta av tí um seg, sum hon kann væntast at faraatgera.1)
1) Mikil hevur áhugin fyri tuberklasjúkuni verið millum teir læknar,
sum her hava starvast, og ikki eru ritgerðirnar fáar, teir hava lagt eftir
seg, til at lýsa ymisk vandamál sjúkuni viðvíkjandi. Flestu av hesum
ritgerðum hava vit í hesi grein havt á lofti í kanningunum. Her skal
verða nevnt, at Heerap (1928 a, b) helt seg kunna vísa, at tað serliga
var um várarnar, at tuberklasjúkan stakk seg upp hjá fólki, eitt fyri=
brygdi, hann setti í samband við ljósið, sum skuldi skunda undir eina
lúrandi tuberklaígerð. Hvussu hetta samband so er ella ikki, er kortini
neyðugt at benda á, at óálítandi hava vit í hesi grein hildið júst tær
fráboðanir vera, sum hann byggir hetta úrslit á.
1 fleiri vandnum ritgerðum hevur Rasmussen (1931 a,b, 1932,1933,1954)
lýst tuberklarnar í Eiðis læknadømi og hevur eisini serliga kannað og
lýst fyrstu sjúkueyðkennini og tilgerðartíðina. Seinru árini er tað sers