Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 120
128
Føroyski leypurin
í og á. — «Tá ið váringin var liðug og torvreiðingin, og
rossleyparnir ikki vórðu brúktir, vórðu teir ofta nýttir til
okkurt annað, t. d. til at goyma ull og skinn í á loft*
inum.» (Mv.).
Grót hevur dámt føroyingum væl at baksa við; bøgarðar
og aðrir garðar sýna hetta, umframt annað; húsagrundir,
húsaveggir, heil sethús, kráir, gróthús, hoyløður, skúlar,
kirkjur o. a. Summar staðir hevur grótið verið óhøgligt;
men teir fírdu ikki fyri at bera tað langa leið, tóku tað,
har tað fekst, veri seg oman av fjøllum, t. d. av Nøvini
við Gjógv, tí har var so vakurt grót, — ella niðan av helb
uni (Við.). Og tað var á grótleypi3). Størstu steinarnar bóru
teir á berum baki, men hitt smærra á leypinum.
Viðvíkjandi útróðri, nótakasti og grind.
Á sjógv var leypurin ikki havdur at kalla, uttan tað
kundi vera til hissini dyrging, dyrgingarleypur. Summar
staðir, teir fóru til útróðrar, høvdu teir leypin við frá húsum
— serliga tá ið teir fóru við snøri (Ská.) — til útróðrar*
skrín, roðklæði — nú oljuklæði — súlu o. a. Men teir høvdu
ikki leyparnar við í bátin — kundi tó henda seg, teir høvdu
agnaleyp við (Ki.) — settu teir í støðni ella inn í neystið.
Hetta hevur verið ein sermerkt bygdarmynd, at síggja allar
leyparnar standa í støðni onkun góðan sjódag, tá ið allir
bátarnir vóru úti. Eina mest sermerkt kanska í Mikladali,
har leyparnir ikki vórðu settir í støðni, men hongdir, teggj«
aðir upp á kneysar í berginum, ella kongar, har vóru settir
(mynd 6); hetta var gjørt, at teir skuldu ikki taka út, um
brim kom, ella fúka, tí kyrruvont pláss er og vindsamt. —
Men í øðrum bygdum høvdu teir ikki leypin við frá hús*
um, teir fóru til útróðrar, annaðhvørt tað bert hevur verið
so siður, ella hetta hevur loðað uppi við, at tað var ov^
mikið væntið at hava ílætið við til fiskin, sum svam í hav*
inum. Nei leyparnir vórðu ikki bornir oman, fyrr enn
bátarnir komu aftur, og tað gjørdu konufólkini og børnini,
sum fóru oman við drekka til menninar, teir komu aftur.