Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 133
Føroyski leypurin
141
í botnshakarnar; summir festu eisini í miðjuna á stuðlunum.
Summir hava lagt niðara enda á roðnum undir botnin og
fest í niðastu rim (t. d. Mv.). Endiliga festu summir roðið
ikki í leypin, men á bakið á manninum. — «Teir sum
høvdu tættan leyp, høvdu einki roð» (T.).
At fara undir leypin. So var at fara undir leypin.
Tað ber til at fara undir leyp, sum stendur á sløttum,
maðurin setur seg niður og fer undir hann og fær reist
seg. Men fittligari er at hava hann standandi á einum=
hvørjum passaliga høgum. Vóru fleiri saman, lyftu teir hvør
upp á annan. Hin seinasti mátti ofta seta seg niður fyri
at sleppa undir leypin.
Við tøðbering varð leypurin vanliga settur á køstagarðin.
Bar tað ikki til, høvdu summir gjørt sær ein pall við køstin,
ella har var kanska ein bakki ella steinur, sum hóskandi
var — og var tað ikki, hava teir havt okkurt annað, t. d.
kassa, tunnu ella tílíkt.
Sama við torvi. Vanligt var, tá ið nakað var tikið av
krónni, at laða pall av grótinum frá krónni, og flag omaná,
at seta leypin á. Men var bakki, steinur ella annað hóskí
andi har, varð tað nýtt. Ella stóð krógvin, ella gróthúsið
í brekku, bar væl til at sleppa undir undan brekkuni við
ongum. — Tá ið teir bóru langt, t. d. torv, høvdu teir
vissar hvílingarsessir fram við torvgøtuni; hetta var so bakki,
steinur, garður ella annað; og summarstaðir hava teir verið
nevndir hvílisessurin, og skilað til, hvar hann var, t. d.
suðuri í Dali: Hvílisessmin á Gásakrónni, Hvílisessmin á
Tjóvadali og Hvilisessurin heima á Sýn.
Leypurin borin tómur. Tá ið leypurin verður borin
tómur, fer fetilin vanliga niður av høvdinum og verður
havdur framman fyri bringuna. Men so kann vera eitt
sindur ymist, hvussu borið verður: 1. Fetlabondini liggja
á økslunum, og onnur hondin út í fetilin ella báðar hendur
(mynd 9). 2. Annað fetlabandið liggur t. d. á vinstru øksl,
hitt á høgra armi oman fyri alboga, og høgri armur stungin
út í fetilin frammanfyri, sum tú hevur hondina í fatli;