Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 135
Føroyski leypurin
143
hildið um fetilin við aðrari hond ella báðum. 5. Maður
tók fetilin í høgru hond, snaraði eitt lítið í og legði hann
á høgru økslina (ella mótsett).
Var langur vegur at bera tóma leypin, varð oftast máti
1 nýttur, ella eisini at fetilin varð á høvdinum, sum undir
fullum leypi. Var heilt stuttur vegur varð borið sum máti
5. Annars vanliga sum mátarnir 2—4. — Bar maður undir
tómum leypi haka, var vanligt, um hann ikki bar hann
undir hondini, vísandi á skák frammeftirmiðureftir, at hann
hevði hann úti í fetlinum, t. d. við máta 2.
Eyðkent er, tá ið leypur verður borin tómur við mát*
unum 2, 4 og 5, at tá liggur hann skeivur á bakinum á
manni.
Klæðini.
Kotið ella troyggjan slitust illa undir leypi, t. d. um
herðarnar og um lendarnar; fetlabondini slitu eisini illa av
sær niður frá økslini, serliga tá ið fetilin var Iangur.
Flestir fóru í tað ringasta teir áttu, ið hvussu er vásaklæði,
at bera tøð og tara; hesi klæði vórðu kallað tøðklæðini. Ofta
hevði maður serligt, gamalt kot til tøðbering. «Nú er tað
vanliga gomul blusa ella yviralls» (Ku.). — Men summir
gjørdu ikki mun, teir bóru í vanligu arbeiðsklæðunum. —
«Tað var ikki tað besta, teir vóru í; men summir vóru so
reinligir, teir kundu fyri tað verið í altarsklæðum; eiðasørt
teir dálkaðu seg, um teir so stóðu í køsti við bleytum,
vátum tøðum» (T.).
Leyparnir verða røktir.
Leyparnir vaskaðir. Leypurin hevur verið føroyingum
eitt so hent amboð, at tað var væl gingið um hann. — Tá
ið váringin var av, tøðberingin liðug, køstarnir tømdir,
vórðu tøðleyparnir vaskaðir, innan og uttan. Teir vórðu
lagdir í blot í ánni, ymist hvussu leingi, alt eftir, hvussu
skarpt var uppi á teimum, vanliga 1—2 dagar. Eisini veldist
um, nær stundir vóru at vaska teir. Grót varð lagt í leypin,