Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 69
Tuberklarnir í Føroyum í 19. og 20. øld
77
ina — sum tá livdi eftir, hevði nýggj smitta bert í lítlan
mun rinið við, og teirra millum høvdu hjá tuberkulin*
positivum fólki — og í hesi hugleiðing vóru hetta jú at
kalla øll — einans fá fingið rættuliga tuberklasjúku í mann«
dómsí og ellisárum, hendi ikki okkurt óvanligt, t. d. aðrar
ringar farsóttir ella hungur og hall, sum munandi linkaði
fólki í so máta. — Men í veruleikanum gongst sjálvandi
øðrvísi, har stendur einki í stað. Fólkið nørist, við tað at
børn verða borin í heim, nýggjur ungdómur vexur upp
og verður smittaður av teimum, sum sjúkuna hava. Men
hvørki talið á nýsjúkum ella tuberkladeyðin nýtist kortini
at vaxa, tá alt landið verður tikið undir einum, tí sjúkan
hevur nú, hon er komin í hæddina, at kalla bert tær nýggju
ársnøringarnar í at velja, og tí eitt nógv minni tal av fólki
enn árini framman undan, tá henni stóð í boði at kalla øll
tey nógvu tuberkulin=negativu í øllum landinum. Tí fer
sjúkan at minka og síðan mest sum at standa í stað, við
tað at nøringin heldur tilgongdina av sjúkum og deyðum
uppi, og verður einki gjørt móti sjúkuni, verður hon meiri
ella minni at standa við sum ein tjóðarsjúka.
Her er tað, at tær miðvísu atgerðirnar oti sjúkuni hava
uppgávu teirra til at fáa sjúkdómstalið niður og at end=
anum basa sjúkuni. Tí slíkt úrslit, skilja vit, kemur onga*
tíð av sær sjálvum eins og við teimum flestu bráðu far«
sóttunum, har smittan hvørvur, tá sjúklingarnir annaðhvørt
eru frískir eftir døgum ella eisini deyðir.
Hann, ið eygleiðir 3. farmynd, vil vera varur við, at heilt
upp móti umleið 1930 bendir bugurin í farmyndini, hóast
tølini á nýsjúkum alsamt minka, ikki á, at sjúkan í bræði
fer at doyggja út, heldur tykist hon at hava lyndi til eina
so líðandi og seinføta minking, at hon væl kundi hildið
áfram enn í mong ár við umleið einum 30 niður í 20 ný»
sjúkum um árið uppá 10.000 íbúgvar, t. v. s. so dánt staðið
í stað sum ein tjóðarsjúka. Men aftan á 1930 kemur skillig
vend í. Farmyndin hevur nú ikki meiri lyndi til bert í
smáum at minka, men nú setur hon á høvdið við lyndi til