Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 114
122
Føroyski leypurin
Var tílíkur maður farin tíðliga av stað og møtti manni,
sum kom við fullum leypi, dámdi honum illa. — «Helst
vóru teir einsamallir, uttan til høgtíðir, tá høvdu teir kanska
eisini eitt sindur uppi í høvdinum» (G.). — 1 ringum geingi
var gott at vera fleiri í fylgi, tað lætti um slóðingina.
Ogvuliga ymist er, hvussu høgligt torvið er. í sumraum
bygdum, har høgligast er, er gongdin aftur og fram 10—15
minuttir; men har óhøgligast er, er hon upp í 3 tímar. —
Vit mundu sagt í dag, at hetta var dýrt torv, tá tað kost*
aði 3 arbeiðstímar at fáa ein leyp av tí til húsa. Men tey
høvdu góða tíð, tey gomlu, og hvør tími varð ikki mettur
í pengum.
Til eitt húsarhald hava gingið frá einum 100 til 300
leypar, og meir6). Var torvið óhøgligt, var tað ikki lítið at
bera heim á bakinum. Torvleypur vigar ógvuliga ymist, frá
o. u. 35 kg til o. u. 60 kg, ymist eftir bygdum, eftir góðsku
á torvinum, tí hitt góða torvið er tyngri, og eftir monnum,
sum teir løgdu á seg.
Við torvbering høvdu menn altíð roka á leypinum. Fyllt
varð upp undir ovastu rim, og síðani rokin settur omaná.
Tveir høvuðsmátar eru at seta rokan. Hin vanligasti mátin
er hesin (mynd 4): Fyllt verður upp undir ovastu rim. Síðan
velur tú tær góðar langar torvur til roka, rokatorvur, og setur
síð um síð upp og niður omaná soleiðis, at størri parturin
av torvuni stendur upp um kjaftin á leypinum. — Roka*
torvurnar vórðu settar, torva aftur at torvu fram við fram=
rimini, síðan fram við báðum síðum, og at enda í gloppið,
sum nú var við bakrimina (Kl., Ská., Árn.). — Breiða síðan
á torvunum skuldi venda aftur og fram (Mv.). — Teir, sum
vildu hava meir at ganga í, brettu rokatorvurnar útfrá, at
miðjan skuldi taka meir. Var torvið brotillt og smátt, vórðu
rokatorvurnar bert settar fram við síðunum, og smátt fyllt
upp í miðjuna. Rokin kann vera so høgur, at hann kemur
upp um høvdið á manninum, og tað ræður eisini um at
hava hann so ovarlaga sum møguligt; tað er fyri vøguna á
byrðini. í Tórshavn vóru byrðarleyparnir heldur smáir. Teir