Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 109
Føroyski leypurin
117
men smøl, gera summir hol mitt í næstovastu rim og binda
ígjøgnum holið (t. d. He., Skv.), og undir næstovastu rim
(Skú.), at fetilin skal hóska og leypurin liggja væl á bak^
inum. — Vanligasti knúturin, ið nýttur verður, er lykkju=
knútur (mynd 2 a); teir halda, hann er so hentur, tí hann
er so lættur at loysa, um fetilin skal leingjast ella styttast
(t. d. Ha., Mv., Nd.). Við b er bandið lagt tvær ferðir um
stuðulin (Mv.), og við c er tikið um aftur bandið uttan*
fyri og so knýtt við lykkjuknúti, so at bandið liggur fast
um stuðulin (Hoy.). — Kompannaknútur verður eisini
nýttur, hendir seg (t. d. Ha.); mynd 2 d sýnir hetta; her
er fetilin eisini bundin at stuðlinum. — Mynd 2 e sýnir
bandið bundið við ferðastaknúti (F., Mv„ stundum av
óvandafólki, T.), og á mynd 2 g er bandið knýtt við
dupultum ábindingarknúti (Gj.). — Síðan er máti at bregda
bandið um stuðulin, sum mynd 2 f sýnir, og festing í fet*
ilin við bregdi um endan (Gj.) ella ábindingarknúti (Mi.).
Við hesum báðum seinastu mátunum má sjálvandi bregdast
um stuðulin, áðrenn fest verður í fetilin.
Tann fyrimunur er at binda fetlabandið fast um stuðulin
(mynd 2 b, c, d og f), at tá marvar tað hann minni.
Tá ið bundið verður sum myndirnar 1 a, b, e og g
vísa, er knúturin ymist uttan á ella inni í leypinum, oftari
uttaná. Og er hann uttaná, má hann vera á ytra tátti á
bandinum, tí táttinum, sum vísir út til síðis, tí annars kann
hann koma at gnaga mannin í ryggin.
Enn er ein binding, tað er at leggja fetlabandið upp um
stuðulin7). Hesin mátin verður nýttur á heldur fáum støð*
um (t. d. D., N., Hú.); — í øðrum bygdum leggja teir
eisini við hvørt fetilin upp um stuðulin, men tað er bert
so hissini til at stytta um hann. — Myndirnar 2 h og i
sýna fetilin á rossleypi; hann er úr 2 cm tjúkkum tog.
Togið er koyrt undir ovastu rim og tikið um stuðulin, so
at tað ger eitt eygað. Á mynd 2 h er endin spíssaður í
aftur, á mynd 2 i er hann rørdur aftur at aftur.