Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 105
Føroyski leypurin
113
leypurin yvirhøvur toliliga á leiðini at vera hálvtunnuleypur.
— Sum nevnt niðanfyri eru rossleypar eisini ógviliga ójavnir
til støddar.
— Torv hevur verið mett, ikki mált, í mannsskurðum og
bátum, og mannsskurður og bátur hava verið so og so
nógvir leypar.
Men ógviliga ójavnt er leypa* ella klyvjatalið í hvørjum
mannsskurði ella báti, eftir bygdum. Møguliga javnast hetta
eitt sindur aftur við tað, at leyparnir, sum mett er við, eru
ymisir til støddar í ymsum bygdum, so at torvrúgvan á
mannsskurði ávikavist báti verður tann sama. — Men tann
spurningin eru ikki líkindi til at greiða nú á sinni. Men
nakran týdning má tað hava havt, at hava mannsskurðin
eins stóran, tí eftir honum varð torvskattur latin, annað*
hvørt við vissari nøgd av arbeiði fyri skornan mannsskurð,
ella við peningi, sum hevur verið og enn er kr. 1,50.
Sum nevnt omanfyri varð kornið, øksini, borið á sornin
í leypi. Her varð leypurin eisini nýttur sum óneyvt mál,
so og so nógvir leypar til so og so stóran sorn. Men tað
er illt at fáa heilskapaða mynd av, hvør leypanøgd av
øksum, ið kravdist til at fáa t. d. tunnu aftur av sorninum,
tí munurin á frásøgum úr ymsum bygdum, er so stórur,
t. d.: 7 leypar (hálvtunnuleypar) á sornin, geva eina tunnu
av korni (G.), men í Húsavík t. d. verður sagt, at 16—18
leypar gingu til 1 V2*tunnusornin. — Var kornið gott, fekkst
upp á seg meir av aftur sorninum, enn tá ið tað var ringt,
men tað kann tó ikki javna um hendan munin. — Men
eftir tilfarinum her hava teir so havt frá 7 og upp í 18
leypar til sornin. — Á Sandi sigast 10 leypar at vera stórur
sornur8).
Hoyggj varð mált í leypi. Metingarbyrðin er á flestum støð*
um 8 leypar av hoyggj um várið. Einstakar staðir er hon 7
leypar (t. d. Hú. og Svk.); í Dali og Gásadali siga teir, at 7
vondlar ganga til metingarbyrðina. 1 vondil = stungin ross«
leypur við lítlum roka (Da.) =- so mikið av hoyggj, sum
fyllti upp í ginið, tá ið maður stóð tvørtur um tað. (G.). —