Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 140
148
Føroyski leypurin
kallað: leypsjarn (mynd 5 c), leypajarn, leypsstuðlajarn og
stuðlajarn. 2. Navari at gera hol fyri nøglunum, kallaður:
leypsnavari og leypanavari. 3. Serligur vinkul við tí halli,
sum vegvaksni leypurin skuldi hava; hann varð kallaður
leypavinkul (Ki.). — Har afturat hava teir so sjálvandi havt
tey vanligu amboðini, ið nýtt verða til tílíkt smíð, t. d.
høvil, sag, strikumát o. o.
Leypasmiðir. Tað vóru ikki allir menn, ið vóru tað
hegnigir, at teir dugdu at smíða sær leyp sjálvir, men teir
fleiru hava sjálvir gjørt sær leyp. — Hinir máttu tá heita
á aðrar, ið betur dugdu. — í summum bygdum hava tað
verið einstakir menn, ella einstakur maður, ið leyparnar
smíðaðu; summir hava eisini smíðað leypar til aðrar bygdir.
Hetta hava so ofta verið menn, ið annars høvdu til starv,
ella lutvíst starv, at fáast við træsmíð, t. d. húsasmiðir. —
«Nú eru tað bert teir gomlu, ið duga at smíða ein leyp,
og skal onkur av teimum yngru, ið handiligur er, royna
tað, má hann hava ein gamlan at hyggja eftir» (Svk.). —
Kent er tiltakið, at hann, ið dugdi at gera beinan leyp,
dugdi at gera hús. — Dagsverk hjá gomlum haraldsunds*
manni var at taka leyp úr 5/4 tumma borði. Men tað skuldu
vera skjótastu smiðir, ið tað gjørdu, og langur mundi dag*
urin vera. —
Nú á døgum verða leypar gjørdir á maskinverkstaðnum,
holini í stuðlarnar verða borað á maskinu, staðin fyri høgd,
rimarnar sagaðar og hølvaðar á maskinu og oyruni á rim*
unum við. Og tá er eftir bert at seta saman (Mv.).
Vinnusjúka.
Nøkur vinnusjúka stendst ikki av at bera leyp. Maður
kann bera merki eftir leypinum, t. d. kann hann fáa lagd
niður í høvdi eftir fetlinum, og hendir seg runnar niður
eftir rygginum á geislaangarnar, har sum leypurin liggur
at, men hesi merki eru óhættilig. Tó hendir seg, at so^
vorðin runnur tekur illt fyri seg, tá ið húðin tekur av, men
hann hevur líkindi at batna aftur sum annað sár. Og gevur