Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 92
100
Caigeann og køkja
Caignich. A linking, connectio, conjunctio, actus vinculo
binis alligandi.» — Macalpine (1832, her er nýtt útgávan
1948) skrivar navnorðið caigean og týðir tað: «a brace,
two tied together, a couple, a pair; a group». Sagnorðið
caignich er har týtt: «join two and two». — Dwelly (1901
—11; her er nýtt útg. 1949) hevur tilfar úr øllum teimum
eldru orðabókunum, men tað er líkt til, at hann hevur kent
navnorðssniðið caigeann úr mæltum máli, tó bert í merk=
ingini tvey samangreipað dýr. Sagnorðið caignich (pr. part.:
a’ caigneadadh) «bind, link, couple together» hevur hann
helst eisini hoyrt. Alt annað man hann hava úr bókum.
Soleiðis hevur hann sagnorðssniðið caigeann úr Armstrongs
orðabók. — Macleod &■ Dewar (1909) hava sama tilfarið
sum Dwelly, uttan tað at týðingin av caigeann (caigionn)
nevnir greiping av rossum: «A pair, couple, or brace; such
as two horses tied together, or coupled, by the fore legs.»
Vit síggja av hesum, at skotar høvdu tann sið at binda
saman kríatúr (seyð, geit, ross) tvey og tvey, eins og suður^
oyingar (sí seinni) «greipa» seyð, ella — sum teir kalla tað —
køkja seyð. Harumframt sigur H.S.D. (merk. 2) okkum frá,
at menn í norðurskotsku Hálendunum høvdu serlig køk<
ingargøgn av træ, tá ið teir tamdu villar geitir. Men hvussu
vóru slík gøgn («a kind of wooden machine») vorðin? Fyrst
er at siga tað, at í teim ytru Suðuroyggjunum (The Outer
Hebrides og á Skye) er orðið caigeann nýtt enn, og sið*
urin at «køkja» seyð er til. Á South Uist') — í hvussu er
— hava teir eitt træpetti við trimum holum ígjøgnum, har
tjóður (fest við hæl) er bundið í miðholið. ígjøgnum út«
holini bæði rennur eitt band, og verður lamb so bundið
í hvønn enda á hesum bandinum. Setir nú annað lambið
á, verður hitt drigið inn at fjølini, og av slíkari togan aftur
og fram venjast lombini so við og við hvørt við annað.
’) Upplýsingarnar úr Suðuroyggjum hevur orðabókarritstjórin David
Murison útvegað mær. Søgumaður hansara á South Uist er Donald J.
MacDonald.