Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 22
30
Tuberklarnir í Føroyum i 19. og 20. øld
øllum bygdunum í Eiðis læknadømi hevur funnið 46 fólk,
sum doyðu av hesi sjúku. Rastnussen (1931a) sigur at Boeg
einans hevur lopið heilt fáar tilburðir um, at nýggj kannan
av deyðaváttanunum bert gav lítið nýtt til úrslit, men
kortini heldur Rasmussen seg við vissu finna, at 48 eru
deyð av somu sjúku umframt 6, har tað er ógvuliga líkt
til, at deyðaatvoldin var tuberklar í lungunum.
Loyva vit okkum nú at halda — vissa fyri hesum fæst
sjálvandi ongatíð — at tuberklarnir hava verið spjaddir
nakað tað sama út um allar Føroyar tá á døgum, og at
glappakøstini í uppteljing Boegs hava verið nakað tey somu
um allar Føroyar (og hetta seinasta man ið hvussu er vera
beint), so eigur tal hansara fyri allar Føroyar — halda vit
okkum einans til púra vissar lungnatuberklar — ikki at
vera 305, men 318. Og taka vit uppí tey 6, har Rasmussen
(1931a) heldur lítlan iva vera í, at eisini tey eru deyð av
lungnatuberklum, verður talið fyri allar Føroyar (sjálvandi
við sama fyrivarni, sum í áðni nevnt) hvørki 305 ella 318,
men tað verður umleið 358.
Viðvíkjandi tuberklum aðrastaðni í kroppinum uttan í
lungunum fann Boeg (1902), at fyri hvørji 5 fólk, sum
høvdu lungnatuberklar, var 1 við tuberklum í øðrum likamsí
lutum, men rannsóknir hansara siga einki um, hvussu nógv
av hesum, ið doyðu. í Eiðis læknadømi hevur Rasmussen
(1931a) fyri tey her nevndu ár funnið, at 4 fólk við vissu
doyðu av tuberklum uttanfyri lunguni (tuberklar í heila*
og mønuserki, nýra, beinagrind ella liðum) umframt 1, har
ógvuliga líkt er til, at deyðaatvoldin var tílík sjúka (tu*
berklar í heila» og mønuserki). í Eiðis læknadømi var
meðalfólkatalið hesi ár 1530, í øllum Føroyum var tað
umleið 12.800. Hava viðurskiftini um allar Føroyar verið
at kalla tey somu — og frávik verða vanliga rættuliga væl
javnað út so langt tíðarskeið — eiga tí hesi 20 ár at vera
deyð við vissu meiri enn 33 fólk av tuberklum í øðrum
likamslutum uttan lungunum, og nýta vit tað hægra talið
hjá Rasmussen (1931a) koma vit til umleið 42. —