Fróðskaparrit - 01.01.1956, Page 22

Fróðskaparrit - 01.01.1956, Page 22
30 Tuberklarnir í Føroyum i 19. og 20. øld øllum bygdunum í Eiðis læknadømi hevur funnið 46 fólk, sum doyðu av hesi sjúku. Rastnussen (1931a) sigur at Boeg einans hevur lopið heilt fáar tilburðir um, at nýggj kannan av deyðaváttanunum bert gav lítið nýtt til úrslit, men kortini heldur Rasmussen seg við vissu finna, at 48 eru deyð av somu sjúku umframt 6, har tað er ógvuliga líkt til, at deyðaatvoldin var tuberklar í lungunum. Loyva vit okkum nú at halda — vissa fyri hesum fæst sjálvandi ongatíð — at tuberklarnir hava verið spjaddir nakað tað sama út um allar Føroyar tá á døgum, og at glappakøstini í uppteljing Boegs hava verið nakað tey somu um allar Føroyar (og hetta seinasta man ið hvussu er vera beint), so eigur tal hansara fyri allar Føroyar — halda vit okkum einans til púra vissar lungnatuberklar — ikki at vera 305, men 318. Og taka vit uppí tey 6, har Rasmussen (1931a) heldur lítlan iva vera í, at eisini tey eru deyð av lungnatuberklum, verður talið fyri allar Føroyar (sjálvandi við sama fyrivarni, sum í áðni nevnt) hvørki 305 ella 318, men tað verður umleið 358. Viðvíkjandi tuberklum aðrastaðni í kroppinum uttan í lungunum fann Boeg (1902), at fyri hvørji 5 fólk, sum høvdu lungnatuberklar, var 1 við tuberklum í øðrum likamsí lutum, men rannsóknir hansara siga einki um, hvussu nógv av hesum, ið doyðu. í Eiðis læknadømi hevur Rasmussen (1931a) fyri tey her nevndu ár funnið, at 4 fólk við vissu doyðu av tuberklum uttanfyri lunguni (tuberklar í heila* og mønuserki, nýra, beinagrind ella liðum) umframt 1, har ógvuliga líkt er til, at deyðaatvoldin var tílík sjúka (tu* berklar í heila» og mønuserki). í Eiðis læknadømi var meðalfólkatalið hesi ár 1530, í øllum Føroyum var tað umleið 12.800. Hava viðurskiftini um allar Føroyar verið at kalla tey somu — og frávik verða vanliga rættuliga væl javnað út so langt tíðarskeið — eiga tí hesi 20 ár at vera deyð við vissu meiri enn 33 fólk av tuberklum í øðrum likamslutum uttan lungunum, og nýta vit tað hægra talið hjá Rasmussen (1931a) koma vit til umleið 42. —
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160
Page 161
Page 162
Page 163
Page 164
Page 165
Page 166
Page 167
Page 168

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.