Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 96
104
Caigeann og køkja
Eg havi tosað við menn úr Hovi, einastu bygd, sum
Svabo visti at teir køktu (í 18. øld), men hovbingar siga
siðin vera avlagdan. Teir vita, at fyrr varð køkt (nakað
soleiðis sum Svabo sigur frá) til tess at hagfesta eitt (fremm*
ant) lamb. Nú køkja teir bert, tá ið teir reka seyð heim
av rætt, og tá er ikki nýtt køkingarrim (k.Tjøl). Tveir
samanbundnir seyðir av hesum slagnum eita ein køkja ella
ein køking. — Ymist annað havi eg frætt frá køkingarsiði
suðuroyinga og orðalag teirra á hesum øki, men óvissa
mín er ov stór til at eg tori at flyta tað fram her.
Av tí, sum her er sagt, skilst, at orðið køkja (kvenm
kynsorð og sagnorð) er nýtt í Sandoy og í Suðuroy, í fyrru
oynni, tá' ið seyður verður borin ella reiddur, í seinnu, tá
ið roynt verður at hagfesta (fremmant) lamb. Tílík greiping
av seyði hevur kanska ikki verið vanlig norðan fyri Skop*
unarfjørð, hvørki til burðar ella til hagfestingar, í hvussu
er havi eg einki orð funnið fyri norðan, ið merkir tað
sama sum sunnanorðið køkja. Kortini er líkt til, at norðan*
menn áður hava havt sama sið (at binda saman seyð tveir
og tveir). Navnorðið køkja hevur verið til á Eiði (í Eysturoy),
men sum Mikkjal á Ryggi sáli segði mær frá, er orðið har
nýtt mest sum virðismát: «2 geldseyðir ella 4 lomb». 1
hesum føri minnast vit geldseyðakøkjuna í «Lognbrá». Merk*
ingin á Eiði er skilliga sprottin av fyrndarmerkingini (tveir
samanbundnir seyðir), sum enn er til fyri sunnan. — So*
leiðis er høvuðsnýtslan av orði okkara greið, og bera vit
hana saman við nýtsluna av caigeann í geliskum, fær eingin
ivi verið um, at samband er ímillum orðini, og av tí at
føroyska orðið køkja ikki er skylt við nakað orð, sum vit
kenna úr norrønum, og hitt geliska sær út til at vera saman*
sett av geliskum pørtum, tora vit at siga, at køkja er eitt
av teimum gelisku orðunum, sum í víkingatíðini komu inn
í mál okkara.
Eftir hesum skuldu føroyingar havt lært køkingina í
norrønum bygdum á skotskum øki ella heima í Føroyum
av geliskmæltum seyðamonnum (trælum?). Men beinast er