Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 101
Føroyski leypurin
109
Nýttar styttingar, umframt tær ið nevndar eru í fyrru
greinini), eru: Árn. = Árnafjørður; Fu. = Fuglafjørður;
Ha. = Haraldssund; Hall. = Halldórsvík; Ko. = Koltur;
Mi. = Miklidalur; My. = Mykjunes; Nsk. = Norðskáli;
Skú. = Skúvoy; T. = Tórshavn; Ví. = Víkar.
Viðvíkjandi nøvnum á leypum og á lutum á leypum, ið
nevndir eru í hesi grein, verður víst til fyrru greinina7).
At enda takki eg teimum, sum so beinasom hava verið
mær til hjálpar, øllum teimum, sum so væl hava svarað
upp á spurnarbløðini, og teim, ið annars hava latið mær
upplýsingar um evnið. Og Føroya Fornminnissavni og stjóra
tess, Sverra Dahl, veiti eg bestu tøkk fy i góða hjálp, lán
av lutum úr savninum, og fyri allan beÍT i.
LEYPAMÁL í SAMBANDI VIÐ ONNUR MÁL,
T. D. KANNUBÆRA OG FIMTING O.O.
Henda frágreiðing um leypamál er tíverri merkt av, at
tilfarið til hennara er nakað lítið, fyrst og fremst viðvíkj*
andi uppmáldum leypum, men eisini í øðrum førum. Men
høv. heldur, at meira tilfar kann fáast til vega, og verður
tá møguliga vent aftur til evnið at viðgera tað meira. —
Mál á leypum.
Leyparnir hava verið máldir bæði í vekt — leypur av
fiski vigar t. d. o. u. 100 pund — og í rúmi, og rúmeind*
irnar, ið nýttar hava verið, eru tunnan og partur av tunnu,
skeppan og kannubærin (l kannubæri = 3 pottar, og 48
kannubærar eru í tunnuni, sum tí er 144 pottar; 8 skeppur
eru í tunnuni). Og leypurin verður nevndur eftir hesum
rúmeindum soleiðis: tunnus trífjórðungs*, hálvtunnu*, fjórðí
ungs=> og hálvfjórðungsleypur, og við kannubæra verður
hann nevndur frá tvey og tjúgu kannubæraleypi og niður
í sekskannubæraleyp, og við skeppunavni veit høv. um
fimmskeppuleyp og skeppuleyp.
Nú hevði verið áhugavert at vitað, hvussu verunligu