Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 67
Tuberklarnir i Føroyum í 19. og 20. øld
75
unum úti millum fólk og tuberklalóggávan (frá 1905 og
frameftir) hava havt ein týdning skerst valla burtur. Nú
kom í ljósmála, at her var eitt stórt vandamál, sum nú
ikki longur kundi dyljast burtur, og sum mátti takast við
hørðum, men ivingarsamt man kortini vera, um hetta hevur
gjørt stórvegis mun til at minka um sjúkuna sum heild,
alt hetta er heldur komið sum eitt úrslit av óttanum fyri
hesi ringu sjúku. Heldur ikki nýggja bróstsjúkrahúsið (í
1908) man — fyrstu árini ið hvussu er — hava verið stór»
vegis atvold til nakra minking í sjúkuni. Hetta viðgerðar*
stað hevði sjálvandi týdning fyri tey sjúku, sum har komu,
og minkaði um smittuvandan, har tey sjúku komu frá, men
— hetta kann lítil ivi vera í — ofta hevur tað verið mest
sum av tilvild, tá sjúkur ella smittuberi er komin undir
læknahond tá í tíðini. Vaxandi læknatalið hevur óivað
gjørt nakran mun, nú eisini bygdirnar Sandur (1903), Eiði
(1912) og Miðvágur (1913) fingu kommunulæknar, lík«
indini verða nú í hesum læknadømum betri at leita sær
ráð, men ov litið skil høvdu — sum vit framman undan
hava sæð — læknarnir tá á døgum á, hvussu víða sjúkan
gekk í landinum, og ov ring hava hjálparamboð læknanna
tá verið samanborið við ta hjálp, vit síðan hava fingið.
Tí man lítil ivingur vera í, at tuberklarnir í Føroyum
mest sum av sær sjálvum hava verið í afturgongd, áðrenn
nakað munandi tiltak var gjørt ella hevði virkað nóg leingi
til, at tað kundi gera nakran mun. Aftan fyri høvdina,
steðgin í sjúkuni og síðani minkingina, liggja ivaleyst nát*
túrulógir, sum vit illa hava fullt skil á enn. Vit vita, at
tær strangastu og mest týnandi bráðu ígerðarsjúkurnar ganga
sum øðiligar farsóttir. Ein fjøld fær slíka sjúku, ein fjøld
av teimum sjúku bráðdoyggja av henni, men so er hon
horvin og við henni smittan, hóast einki skilagott ella
munandi tiltak yvirhøvur varð gjørt móti drepsóttini (smb.
t. d. Svartadeyðan í miðøldini). Men tuberklarnir eru eingin
bráð, men er ein lúrin og áhaldandi sjúka, og hava tí eina
heilt aðra gongd. Eru líkindi til tess, kunnu øll verða