Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 118
126
Føroyski leypurin
bygdina, vórðu øll rossini dripin. — Men summar staðir
kom tað afturstig, at teir sleptu reiðingini og fóru at bera
(t. d. Ei.) Eisini verða fleiri staðir tøðini koyrd út á trilluí
børu, har koyrandi er, eisini um eingin koyrivegur er (Árn.,
Ha., G. og Svk.).
Viðvíkjandi tara, slógvi, landi, velting (umframt tøðini).
Á taraplássum hevur tarin verið nýttur til tøð, bæði reka*
tari og skurðatari. Ferskur varð hann borin í vanligum, ella
stórum, byrðarleypi í tararógv. Hetta var ónossligt arbeið.
— Um várið varð hann so borin, oftast í vanligum tøð*
leypi, út á veltuna. Nú er henda beringin fallin burtur
manga staðni, tí tarin verður ikki tikin nú sum fyrr.
Slógvið varð nýtt til tøð, summir vóru ógviliga pjøknir,
at einki skuldi fara fyri skeyti. Tað var sagt um teir gomlu
havnarmenninar, at teir, tá ið teir komu aftur av útróðri,
fóru ikki til hús, fyrr enn slógvið var borið á trøðna. —
Teir hava borið slógvið í vanligum tøðleypi, summir í tætU
leypi; og seinni í leypi við síðum úr krossviði, ella í sink«
leypi. Onkur nýtti landleypin. — Mest hevur slógvið verið
nýtt til at grava undir gras. — í Kunoy brúktu teir slógvið
til rottan kom, 1914; máttu so halda uppat fyri henni.
I summum bygdum hevur land verið brúkt á bøin frá
gamlari tíð, í øðrum bygdum eru teir farnir at brúka land
seinni, og endiliga eru nógvar bygdir, har landið ikki verður
brúkt. — Landið varð borið í landleypi; summir nýttu
grótleyp við ílæti, kagga ella øðrum uppiá.
Við velting hevur leypurin verið nýttur til okkurt annað
enn til tøðini, til dømis at bera eplini av veltuni um heystið,
og var veltan langt frá húsum, bóru summir eisini setina
út í leypi, ella teir høvdu eplakassa standandi uppi á leyp«
inum. Eisini til at bera bøkkarnar úr fyrstu forini í velt*
una til at fylla í síðstu forina; og til at bera áskot yvir*
høvur. — í Halldórsvík eru 2/3 av moldini í kirkjugarð=
inum bornir hagar í leypi o. u. 100 m, omaneftir kortini. —