Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 42
50
Tuberklarnir í Føroyum 1 19. og 20. øld
nógv nýsjúk uppá hvørjar 10.000 íbúgvar veruliga hava
verið, tá ringast stóð til, er sjálvandi, nú vit meiri enn
hálva øld seinri standa púra á berum, ógvuliga illt og kanska
ógjørligt at meta um.
2. Sjúkugongdin, sum hon av røttum má ætlast at hava venð.
Kortini má tað vera okkum loyvt at royna hetta; men
áðrenn vit hetta gera, seta vit fram tríggjar treytir, sum
verða at lúka, og sum ein og hvør gjølla má hava í huga,
fer hann at nýta úrslit okkara til samanberingar við sam=
svarandi tøl úr øðrum londum.
Fyrsta treytin er tann, at vit hugsa okkum øll tuberkla*
sjúk fráboðað eins væl og regluliga árini framman undan
1930 sum árini aftaná.
Onnur treytin er tann, at fráboðanirnar fevna eins víða
um tuberklaeyðkenni, sum tey hava gjørt frá 1930íárunum
og fram eftir. Við øðrum orðum, vit hugsa okkum frá=
boðaðar allar smittuhitar, allar tilburðir av knútarósin, vatn
á lungunum og ikki um at tala allar tuberklar í heila* og
mønuserki og aðrar staðir í kroppinum umframt sjálvandi
allar reiðuligar lungnatuberklar, sum læknar eru komnir
fram á í starvi teirra. Henda treytin er ikki at gloyma, tí
vit skulu ikki gera okkum vónir um, at læknar í størri
samfeløgum enn okkara, har yvirlitið meiri hevur lyndi til
at kámast burtur, eru førir fyri at boða eins væl frá hesum
fyrstu tuberklaeyðkennunum, sum vit hava høvi til her á
landi. Farmyndin vit fáa á henda hátt kann tí sigast bert
at vera ein kynstrig mynd. Hon kundi ongatíð verið upp»
komin tá á døgum, hóast fráboðanirnar høvdu verið tær
allar bestu, og menn høvdu lagt sær so nær sum gjørligt.
Tí tá vitstu menn ikki um, at fleiri av teimum sjúkúeyð*
kennum, vit her taka við, av røttum høvdu tuberklar til
atvoldar. Heldur ikki høvdu teir røntgen, og máttu tí fleiri
tilburðir av lungnatuberklum gleppa burtur í millum. Men
almiklan heilsusøguligan týdning hevur tílík gjørd farmynd