Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 62
70
Tuberklarnir í Føroyum í 19. og 20. øld
sum undir krígnum fluttu feskan fisk til Bretlands, men
13. september 1941 kom hon eisini í gildi fyri tey. 1941
—42 fann tuberklastøðin 2 menn við smittandi tuberklum,
og tey komandi árini 1943—55 vóru funnir ávikavist 3, 3,
3, 6, 6, 5, 7, 1, 3, 3, 2, 4 og 7 umframt nakrar ikki
smittandi sjúkar, sum vóru lagdir inn til viðgerðar. Sjúkir
og eisini smittandi menn eru so statt funnir á hvørjum ári.
Hin 10. mai 1950 varð lógin víðkað, so eisini mann*
ingarnar á hvalabátum og alt starvsfólkið á hvalastøðum
komu undir hana og skuldu kannast hvørt ár, áðrenn hvala=
veiðan byrjaði. Seinast var lógin fyri í tingsetuni 1954/55,
men aftur longd.
Ikki hevur henda lóg — sum kanska meiri enn nakað
annað tiltak hevur bygt borð fyri tuberklunum her í Før*
oyum — verið væl umtókt av øllum, minni enn so. Serliga
hevur tað, at tuberklastøðin skuldi geva prógvið, og skip
ella menn tí aloftast noyddust til Havnar, fallið monnum
fyri bróstið. Síðan 1941 hevur tuberklalæknin til gjøgnum*
lýsingar havt røntgentól, sum flytast kundi út á bygdirnar
og eisini hevur á Tvøroyri og í Klakksvík verið boðið
monnum at koma á sjúkrahúsini til tuberklalæknan til
kanningar til ávísa tíð. Úrslitini av hesum hava higartil
verið vánalig. At lata hesar kanningar upp í hendur á øðrum
uttan læknunum á tuberklastøðini man vera óráð — ein
ring kanning vil vera verri enn eingin og vil, verða smittu=
berarar sleptir umborð, koma lógini í uppaftur verri orð,
og tá av røttum.
5. Koppingin móti tuberklum.
Hóast alt, sum higartil var gjørt, var eftir enn eitt vanda*
mál — og tað ikki lítið — skuldu vónir vera til heilt at
basa tuberklunum her á landi. Viðgerðarlíkindini vóru góð
og alsamt batnandi við teimum nýggju skurðháttum og
heilivágum, sum læknarnir høvdu fingið í hendi. Grovasti
smittuvandin, skipini, vóru undir støðugum eftirlitið. Men