Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 150
158
Víkingaaldargrøv í Tjørnuvík
avfallinum. Hvønn uppruna tær gulbrúnu skeinurnar hava
er ikki lætt at siga nakað um við vissu, men líkt kundi
verið til at hetta er Iívrunnar leivdir úr grøvini, ið burtur=>
skolaðar eru.
Tað lendið, sum grøvin í sínari tíð er grivin niður í,
hevur tí ivaleyst verið ein sandoyri ella mølheygar, ið har
hava ligið. Á 2. og 3. mynd sæst at miðflógvin (B) einans
er órógvað har grøvin er og at flógvin omaná er órørd;
hon man tí vera omanrudd seinri. Tað, at steinarnir, sum
grøvin er laðað av, vóru inndottnir og tað, at beinini vóru
so illa farin, miðar eisini ímóti at sandfláirnar hava verið
opið lendi rúma tíð aftaná at grøvin var grivin. Hevði hetta
omanruddað tilfarið verið komið stutt aftaná at grøvin var
grivin vildi leivdirnar ivaleyst verið nógv betur vardar. Tey
beinini, ið frægast vóru varðveitt lógu øll undir inndottnum
hellum, og hava tí verið betur vard móti luft og vatni.
Utgrefsturin.
Grivið varð frá beninum — inn suður — 2 m uttan um
tað leysa grótið í skurðinum (2. mynd). Tá ið hin oman<
rudda flógvin (A) var grivin oman av, kom sandurin í
flógv B undan. Hann var her í støðum leysari og óreinari
enn báðumegin við í skurðinum. Her og har komu steinar
undan; nú reinsað varð, kom fram óregluliga samanblakað
grótrúgva, men tá ið gjøllari varð hugt eftir, sást, at megin*
parturin var valt grót: yvirhøvur 0,45—0,55 m langar,
0,20—0,25 m breiðar hellur. Bara vestast lógu 2 malargrót*
steinar; 0,55 m langir, o. u. 0,20 m breiðir.
Tað var beinan vegin skilligt, at her hevði fyrr verið
grivið, og at hesir steinar vóru drignir saman við serligari
ætlan. Hetta royndist eisini so, tá ið teir vórðu tiknir upp.
Undir teimum aftur stóðu aðrar hellur eftir kanti —
serliga tvær, ið báðar stóðu hallar út á. Um tær uppruna*
liga eru settar so ella eru útdottnar, ber ikki til at siga, nú
alt hitt grótið var so samandottið. Men greitt sást, at her