Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 58
66
Tuberklarnir í Føroyum í 19. og 20. øld
í 1927 var hetta — deildin T. B. við landssjúkrahúsið —
latið upp við 20 seingjum. I 1928 varð gjørd ein deild
fyri 20 børn — «barakkirnar» við landssjúkrahúsið — sum
bert var opin frá 1. marts til 31. oktober, men stongd á
vetri (hendan deild varð niður aftur løgd í 1940).
Næsta og munandi tiltakið móti tuberklunum í Føroyum
var tuberklastøðin, sum byrjaði í 1928. Ein sjúkrasystir við
serkunnleika í tuberklum fór tá, lønað av tuberklafelagnum,
at ferðast út um landið til at geva meiri upplýsing um
sjúkuna. Sama ár varð støðin góðkend av statinum,1) og
so líðandi komu nú allar atgerðir móti tuberklum at verða
lagdar inn undir ein lækna (tuberklayvirlæknan í Hoy«
dølum, sum hevði bæði bróstsjúkrahúsið og støðina undir
sær, og sum til hetta seinasta starv fekk eina serkøna sjúkra*
systir til hjálpar).2)
Nú tuberklastøðin var komin, og øll leiðsla í bardagí
anum var løgd undir ein mann, kunnu tey tiltøk sigast at
vera gjørd, sum vóru neyðug í einum miðvísum verndarí
starvi. Vit vóru nú, samanbornir við onnur lond, ikki illa
útgjørdir. Heilsuverkið her á landi hevði nú 74 sengur til
tuberklasjúk (54 á bróstsjúkrahúsinum og 20 á T. B.), tað
verður 1 song uppá 338 íbúgvar (til sammetingar kann
verða sett Danmørk, altíð frammarlaga í hesum bardaga,
við 1 song uppá umleið 1000 íbúgvar), umframt 20 barakk*
pláss til børn, sum vóru í smittuvanda heima ella so veik,
at tey kravdu góða røkt.
Nú var fyrst at fáa skil á sjúkuni, at vita, hvussu víða
hon í royndum gekk um landið við at finna fram á øll,
1) í skrivi frá løgmálaráðnum, dagfest h. 2. apríl 1928. Løgtingið
hevði tá framman undan játtað studning við teirri treyt, at staturin
eisini játtaði.
2) Áður hevði tuberklalæknin eisini starvast sum kommunulækni í
Havn. Fast høli á bróstsjúkrahúsinum fekk støðin í 1931. Hvussu tu«
berklastøðin starvaðist í hesum árum er lýst av Lynge (1935 a, 1936).
Frágreiðingar um tey seinru árini eru at finna frá Magnussen (1938
og frameftir).