Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 19
Tuberklarnir í Føroyum 1 19. og 20. øld 27
heldur at verið 40, men tað man kortini vera ov lágt, ti hann veit um
nøkur nýsjúk úr Sandoynni, sum resta í. Aftur í 1906 verður uppaftur
tikið, at óivað nógv andlát av tuberklum fara burtur ímillum. Heldur
eingin ivi sigst at vera í, at talið á nýggjum tilburðum er ov lágt —
hetta ár eru t. d. eingi nýggj fráboðað úr Norðuroyggjum. í 1907 eru
flestu fráboðanir frá Havnarleiðini, tí her er høgligast at søkja lækna.
Eisini í 1908 eru flest um Havnarleiðina. Fylkislæknin í Norðuroyggj-
um tekur til, at hóast fólk nú, síðan bróstsjúkrahús kom í Hoydølum*
eru farin at geva sær meiri far um tuberklarnar, so er eíngin ivi i, at
um hansara leiðir eru mong tuberklasjúk, har sjúkan annaðhvørt onga-
tíð kemur til viðgerðar, ella eisini er so háttað, at hon ikki eftir eini
einstakari tilvildarsjúkravitjan við vissu kann gerast av. Serliga hevur
hann illtankar um bygdirnar Funning og Gjógv í so máta. Sjúklingarnir
eru ofta arbeiðsførir og koma bert at fáa onkran styrkjandi heilivág.
Um tey 19 andlátiHi í 1910 verður sagt, at hetta talið eins væl og talið
fyri andlát av illvøxtrum valla man vera serliga álítandi, og tað bøtir
ikki um standin, at summa staðni hevur lækni eina tíð ikki verið í
starvinum. — Okkum nýtist ikki at taka dømi eftir dømi — men tíverr
hava vansar verið heilt upp til okkara tíð. Fyri árið 1943 komu púrt
ongar fráboðanir úr 2 læknafylkjum, 34 frá hinum báðum, men kortini
siga Tbls. og Lls. frá tilsamans 79 nýggjum tilburðum hesi ár. Og hetta,
at summir embætislæknar eingi tøl hava latið frá sær ella heilt smá
einkistýðandi tøl, eru dømi tíverri um frá fleiri árum.
Gevur hetta, sum frá er sagt úr heilsulagslýsingunum
okkum nú nakað um at halda, tá vit skulu meta um, hvussu
trygg tølini eru og nýtandi? Nei, tíverri. Vit fáa einans
varhugan av, at skilið eftir aldarskiftið hevur ikki verið
frægari, enn tá Boeg (1902) um sínar royndir, tá hann
ferðaðist runt í Føroyum í 1897—99, sigur, at hann ferð
eftir ferð fann fram á fólk við lungnatuberklum, sum fylkis*
læknamir einki høvdu boðað um, og sum ongatíð ella
ikki í mong ár høvdu verið undir læknahond. Og hetta
kundi hann siga, hóast hann við vissu kundi leggja aftrat,
at allar hevði hann ikki sjálvur rakt við, tí hann vitsti um
menn, sum høvdu tuberklar, men sum m. a. vóru burtur
við skipi, tá hann ferðaðist.
Er so ikki læst og fyribundið hesum tølum viðvíkjandi
ella ber til á annan hátt at fáa at vita, um tey duga til
nakað? Sørt er tað kanska ikki. At kalla allir læknarnir