Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 33
Tuberklarnir í Føroyum í 19. og 20. øld
41
Síðan hevur tuberklastøðin upp gjøgnum árini av og á
kannað ikki fáar mjólkavertir, men ongatíð funniS tuberkla*
smittu í teimum. Eisini eru síðan 1936 gjørdar nógvar slag*
greiningar av tuberklabakteriunum frá tuberklasjúkum í Før=
oyum, men ongatíð er funnið annað enn typ. human.
(Poulsen 1950, 1952). — Tá saman um kemur, mugu vit
tí halda, at neytaíuberklar ongatíð hava verið víða um í
Føroyum, einans av og á eru komnir sløðandi við teimum
heilt fáu innfluttu neytunum og fyri tuberklamar millum
fólk her á iandi ongan týdning nakrantíð hava havt.
Okkum nýtist tí bert at hava í huga smitíuvánirnar frá
fólki til fólk. Toluliga inniligt samband má vera milíum
sjúklingin og tann, sum smittaður verður, skal sjúkan fáa
fótin fyri seg. Mest er tað hosti og harkan, hóast aðrar
smittuleiðir viðhvørt kunnu hava gjørt um seg.
Mangir hava hildið (t d. Panum 1847a, b, Boeg 1902,
Heerup 1928a, b), at siglingar* og handilsviðurskiftini at
kalla altíð heilt upp til 1856 hava stongt Føroyingar so
dyggiliga inni, at smitta uttan í frá var lítil ella eingin.
Ikki skerst tað burtur sjálvandi, at vánaligt hevur sam»
bandið við útheimin verið. Heilt upp í nýggja tíð hevur
valla nakað samband verið uttan á sumri. Menn halda, at
eftir 1035 er byrjað ein afturgongd í siglingini, ið so lið=
andi saman við handlinum er farin yvir á norskar hendur.
I 1273 bant norski kongurin seg til at hava tvey skip
gangandi millurn Noregs og Føroya, men ivingasamt man
vera, hvussu regluligar hesar siglingar hava verið. Hansa*
keypmenn tykjast av og á at hava verið í Føroyum tær
komandi øldir, og upp móti endanum av 14. øld koma
Onglendingar uppí. Skiftandi hondum var handilin á aftaná
1524, mest týskum og norskum, men taka vit tey stuttu
tíðarskeiðini 1553—56 og 1571—73, har líkindi vóru hjá
Føroyingum sjálvum at ieggja uppí (líkindi, sum vit kortini
ikki vóru mentir at nýta), undan, varð handilin bundin.
Tíðliga í 17. øld dróg hann meiri og meiri yvir til Keyp«
mannahavnar, og gjørdist frá 1709 og til 1856 rættuligur
4