Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 13
Tuberklarnir í Føroyum í 19. og 20. øld
21
so langt aftur í tíðina, sum hetta er gjørligt (samanb. tað,
sum sagt er omanfyri). Tølini eru tikin úr heilsulagslýsing*
unum fyri tey ymisku árini, men eru frá 1931 gjølla saman*
borin við yvirlit, sum er í varðveitslu landslæknans (hetta
savn er seinri í hesi grein stytt til Lls.) og fyri tølini síð<=
ani 1937 umframt við hetta eisini gjølla samanborin við
og rættað samsvarandi persónskortsavni tuberklayvirlæknans
(seinri í hesi grein stytt til Tbls.)1)- — í viðmerkingunum
undir sjálvari talvuni er annars sagt frá uppruna talanna,
hvaðan tey í hvørjum einstøkum føri eru tikin, tá tey ikki
beinleiðis eru úr sjálvum heilsulagslýsingunum, og nær og
hví tey eru rættað — hóast tað beinan vegin má verða
viðgingið, at flestu rættingarnar fyri tey eldru tølini meiri
eru gjørd sum eitt eiti og lítið broyta frá teimum tølum,
sum higartil hava verið alment nýtt.
Tá 2. talva sigur seg at bera fram allar tilburðir av tu<=
berklum í øllum likamslutum, má verða viðmerkt, at lógin
einans krevur tuberklar í lungum og barkakýli fráboðaðar.
Fyri okkum í Føroyum — her eingir neytatuberklar (sí
seinri) eru — hevur hendan avmarking kortini lítið at týða,
av tí at øll smitta at kalla má hugsast í fyrsta umfari at
hava fest seg í lunguni. Serliga tey seinastu árini — ið
hvussu er frá umleið 1930 — eru her á landi í royndum
øll tuberklasjúkueyðkenni fráboðað, eitt nú smittuhiti og
knútarósin. Hetta má hann, ið bera vil føroysk tøl tey
seinastu 25 árini saman við tøl úr øðrum londum, hava í
huga, tí ikki er tað hugsandi, tað vit vita, at menn aðra«
staðni hava gingið so nær ella hava havt høvi til at gingið
so nær í fráboðanunum. Tilburðir t. d. av smittuhita verða
undir størri viðurskiftum lættliga at hvørva í fjøldini, verða
hildnir at verða meiri áhaldandi tilburðir av beinkrími ella
ókendari hitasjúku. Farsóttareyðkennið hjá tuberklunum og
smittuberin koma bert hendinga ferð í ljósmála í størri
*) Fyri góða hjálp við hesum samanberingum, fyri lán av tuberkla-
tali tuberklastaðarinnar og annars fyri samráðingar um ymisk ivamál
takki eg V. Magnussen, yvirlækna.