Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 122
130
Føroyski leypurin
ingsleypur — og serliga sterkir (T.), tóku ein fjórðing meir
(Kl.). í Koltri var tað stórur tættleypur.
Tá ið grindin var skorin upp, var leypurin aftur á lofti,
at bera grindina til hús. Byrðarleypurin skuldi taka eitt
skinn av grind. o. u. 100 kg, — tvøst, spik og bein — men
tá var hann eisini fullur, ofta var ein fjós hongd tvørtur
um leypin omaná. — At hava leyp við í grind er sjaldsamt.
í Miðvági var tað ikki sørt. Tað sigst, at miðvingur bar
leyp við grind norðan av Sundi, t. e. Vestmannasundi, og
til Miðvágs. Tá høvdu teir verið í grind í Vestmanna, og
hann man hava havt leypin við heiman. — Tá ið grind var
í Funningsfirði, róðu havnarmenn ikki norður fyri Bjørg,
men fóru inn á Skálafjørð og høvdu leypar við, gingu
millum Fjarða og bóru grindina aftur í bátin.
Bjørgini.
t bjørgunum hevur leypurin verið nýttur við ræning,
drátti og til okkurt annað, t. d. at bera í havhestaungar.
Stórfingnast man ræningin — av lomvigareggjum — vera
í Skúvoy. Tað er høgtíðsdagur í bygdini, tá ið rænt verður
norðri á Dalinum og Fløvdanum, øll eru við, maður og
kvinna og smábørnini. Og hvør maður hevur leyp við
(mynd 7). Á útferðini verður borið í leypinum viðførið:
matur og klæði o. tíl. — og útgerð: línur, hælir, hakkarar,
o. a. Bjargalínan verður býtt ímillum menninar at bera;
hó.skandi bukt er ímillum teirra; summir hava hana á berari
økslini, men aðrir heingja hana um leypin (mynd 8). Eggini,
sum sígingarmaðurin hevur havt upp í «roðum», verða býtt
ímillum mannfólkið, hvør maður fær sín part; og hann
verður borin heim í leypinum. Tað er sjálvandi ymist í
nøgd. 1 1953 vóru eggini av tí minsta; tá var mannspart^
urin 40 egg, umframt tað, sum gekk av til jørðina, síging*
armenninar, sum vóru tveir o. a. sum gekk av óbýttum.
— Fletta, 40 egg, var tó stórur partur, sum annars er vant
at vera, — men tað komst av, at óvanliga lítið fólk var
við til ræningina hesaferð. — Summar staðir hava teir leypin