Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 164
172 Nøkur orð um R. K. Rasmussen og ritgerðir hansara
læknum aðrastaðni í Føroyum, sum høvdu havt tílíkar
sjúklingar undir hond. Lítillátin leggur hann aftaná ná=
greiniligar kanningar og sammetingar úrslit síni úr hondum
við hesum orðum: «Er tað prógvað, at nátin er smittuberin?
Prógvað er tað ikki — minni enn so, men illtankarnir til
hann eru svárir.» Longur slapp hann, við teirri hjálp, hann
hevði, sjálvandi ikki á mál — tað varð so smitturannsóknar<
stovan á Robert Koclvstovninum í Berlin, sum endaliga
prógvið førdi.
Fyrstu 15 árini aftaná hesa týdningarmiklu kanning er
Iítið komið frá dr. Rasmussens hond — at nevna er grein
um kynsjúkur í Føroyum (1942—43) og blaðgrein um før*
oysk sjúkrahús (1944). Tað man vera í hesum árum, hann
hevur lagt doyðin á at fullfíggja søvn síni um gomul før=
oysk heilsuráð, um tuberklarnar og um børnini í Eiðis
læknadømi.
Men síðan hann flutti suður til Havnar at búgva, eru
aftur komnar ritgerðir á hvørjum ári, og hevur hann her
verið árbókini hjá tí nýstovnaða Fróðskaparfelagnum ein
góður stuðul. Her finna vit greinir hansara um nausea
epidemica (1952) og toxoplasmosis í Føroyum (1953),
um illvøxtur (1954) og giktsjúkur (1955) í Eiðis lækna=
dømi.
Fyri alt hetta ídna og týdningarmikla vísindarliga starv,
sum Rasmussen, lækni, hevur útinnt, varð hann hin 23.
november 1950 lýstur doctor medicinae honoris causae við
lærda háskúlan í Keypmannahavn.
Enn stendur dr. Rasmussen mitt í virki sínum sum rann*
sóknarmaður og rithøvundur. Ritgerð hansara um gomlu
føroysku heilsuráðini er um at vera liðug til prentingar,
og sama er at siga um stóra yvirlitið yvir tær bókmentir,
ið nerta við føroysk heilsu« og læknalig viðurskifti. Annað
tilfar liggur eftir at skriva, t. d. um tuberklarnar í Eiðis
læknadømi til 1952 og kanningarnar av børnunum í sama
øki. — Málsligi áhugi hansara er stórur. Greinir hans*
ara á donskum eru eyðkendar av tiltøkum til at skapa