Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 53
Tuberklarnir í Føroyum í 19. og 20. øld
61
Tey 10 árini frá 1891 til 1901 tykist fiskiflotin sostatt at
vera nærum sexfaldaður. Manningin umborð á hvørjum
skipi lá tá frá einum 12 upp til 15 ella 16 manns, og hava
tí umleið 1100 menn verið til skips um aldarskiftið (í 1906
vita vit, at manningin lá um 1400.x)
Eisini vita vit, at um 1890 fóru fleiri ár einir 800 menn
til Islands og aftur (fluttir við norskum guvuskipi) at fiska
(Joensen, Mortensen &■ Petersen 1955). Tað nýggja var tí
hent hesi seinastu 10 árini undan aldarskiftinum, aftaná at
skipsfiskiskapurin so spakuliga árini frammanundan hevði
tikið seg upp, at Føroyingar úr øllum oyggjum og bygdum
landsins annaðhvørt í ferðalag ella umborð á føroyskum
skipum komu at liva heilt nær hvør uppat øðrum. Tí er
einki løgið í, at tuberklarnir júst í hesum árum eru bornir
út um alt landið at kalla. So mikið vita vit fyri vist av
syndarligum royndum um smittu umborð á skipum upp
til 1939, at her kann eingin ivi vera um, at hetta er at<
voldin til, at tuberklasjúkan kemur í hæddina í Føroyum
um aldarskiftið 1900.
Eftir er nú at kanna, um afturgongdin í tuberklasjúkuni
frá aldarskiftinum og upp til okkara dagar bert er hend
av tilvild ella um vit her hava øllum tí miðvísa starvi, sum
hevur verið gjørt her á landi í hesi øld fyri at takka, at
sjúkan í so stórum er minkað.
E. Framgongdin í heilsuverkinum — miðvíst starv
móti tuberklum.
1. Læknar og sjúkrahús.
Eins og nevnt er fyrst í hesi ritgerð var í øllum Før*
oyum upp til miðjuna av 19. øld einans læknin, og sat
hann í Idavn. Hin mikla meslingafarsóttin, ið gekk her í
l) Ikki var tað fyrrenn undir fyrsta heimsbardaga og seinri, at so
stórar manningar komu á skipini, 20 og fleiri. Tey fyrstu árini hevði
hvør maður sína koyggju.