Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 112
120
Føroyski leypurin
so at torv var heima í hoyggingini» (G.)- ~ Summar
staðir varð nýttur grótleypur at bera burtur á; tað var
har ið ringur vøllur var nær við, og illt var um, so ikki
bar til at nýta handbøruna» (Ha.).
Tá ið torvið var turt, varð borið saman í leypi og laðað,
annaðhvørt í lut — um tað var hart í torvinum, og tað lá
soleiðis fyri — krógv ella summir í gróthús. í gróthús, el.
torvhús, varð ofta reitt, har teir høvdu ross, tí tað var longri
vegurin, men luturin og krógvin vóru á heiðini, tí varð
borið hagar. Soppatorv ella garðatorv, sum tað summar
staðir (Gj., F.) verður kallað, varð altíð borið í gróthúsið;
hetta bæði tí at tað kravdi góðan gjóstur fyri at verða gott,
og tí at hetta torvið oftast varð skorið stutt uttan fyri
garðarnar — harav navnið — har gróthúsini stóðu.
í summum bygdum varð torvið borið til báts, og so ført
t. d. um Leitisvatn í Vágum, inn Borðoyarvík til Klakks*
víkar og úr Skopun út í Hest. — «Tá ið teir førdu torv,
sígdu teir torvið niður; tá vóru altíð tveir fetlar í leypinum,
fetil hvørjumegin» (Kl.).
At fáa torvið heim var vetrararbeið og út á várið. Tað
er eyðkend føroysk bygdarmynd, at maður ella menn fara
við leypi á baki eftir torvi, ella koma aftur at húsum við
fullum leypi. Ofta varð farið í lýsingini, áðrenn farið varð
til arbeiðis, ella í skýmingini, tá ið teir góvust at arbeiða
(G., Hú.). — í summum bygdum (G., Mv.) hevur verið
so siður, ella møguliga grannastevnuviðtøka, at ikki mátti
verða farið eftir torvi fyrr enn ljóst var, og aftur mátti vera
komið fyri ljósatendring; hetta fyri torvstuldur. — Tá hevur
verið prátað, — teir vóru eftir torvi — og kann vera, at
prátið hevur gingið í so væl undir leypi, sum annars. —
Ein maður helt fyri, at hann hugsaði altíð betur undir leypi
(Mv.). — Tómi leypurin hekk ofta skeivur á bakinum, og
gongulagið var merkt av tí.
Hvussu ofta ið farið var eftir torvi, og nær á degi, var
annars eftir líkindum. Var sjóveður, varð ongantíð borið
torv, útróður gekk altíð frammum torvbering. Var aftur