Fróðskaparrit - 01.01.1956, Page 61

Fróðskaparrit - 01.01.1956, Page 61
Tuberklarnir i Føroyum í 19. og 20. øld 69 vandan, slapst undan honum, hevði alt verið vunnið, men tað verður hildið at vera ógjørligt. Frá 1937 bjóðaði tuberklastøðin sær kortini til at kanna allar fiskimenn, sum koma vildu, og tað hendi seg meiri enn so, at fiskimenn av sær sjálvum vitjaðu til kanningar, men teir vóru ov fáir til at tað reiðuliga gjørdi mun (sí seinri). 1937—39 vóru kortini á henda hátt funnir 3 smittus berar. Núverandi tuberklayvirlækni strongdi kortini alsamt á, og h. 21. november 1959 varð samtykt lóg um tvungna tu= berklakanning av føroyskum fiskimonnum, sum eftir hesi lóg, hvørja ferð teir mynstra, skulu vísa fram prógv frá tuberklastøðini, at teir hava ikki smittandi tuberklar, og má hetta prógv ikki vera eldri enn 1 ár. Beinanvegin, lógin var komin í gildi, byrjaði tuberkla* støðin úti á bygdunum at pirka fiskimenn (december 1939 —apríl 1940), og tær rættuligu kanningarnar fóru so fram inni á sjálvari tuberklastøðini um várið og út á summarið 1940. Hvør maður varð lýstur ígjøgnum (í ivaføri varð tikin røntgenmynd), blóðkroppafall varð gjørt og lurtað varð á mannin. A henda hátt vóru kannaðir fyrsta árið tilsamans 3267 føroyskir fiskimenn (umframt 50 Norðmenn). Tað mesta ein dag var 180 menn. Av teimum pirkaðu vístu teir 53 % seg at vera tuberkulimpositivir. Hetta fyrsta árið fann støðin 8 fiskimenn við opnum, smittandi lungnatuberklum, og vóru hesir 8 menn av 8 ymiskum skipum. Umframt vórðu funnir 5, sum høvdu aktivar, men ikki smittandi lungnatuberklar, og so nakrir aftrat við tuberklum aðrastaðni í kroppinum. Allir teir smittandi og 6 aftrat vóru lagdir inn til viðgerðar. Hvussu stóran týdning hesar nýggju kanningar høvdu skilst av tí, at einans ein triðjungur — 1043 av teimum 3267 — áður hevði verið kannaður á tuberklastøðini, og í hesum triðjungi vóru einans 3 av teimum — ikki smittandi — at finna. Allir hinir sjúku vóru at finna teirra millum, sum nú noyddust til rannsóknar, tí lógin var komin. Hesar rannsóknir vóru í fyrstini ikki í gildi fyri skipini,
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160
Page 161
Page 162
Page 163
Page 164
Page 165
Page 166
Page 167
Page 168

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.