Fróðskaparrit - 01.01.1956, Page 48

Fróðskaparrit - 01.01.1956, Page 48
56 Tuberklarnir í Føroyum í 19. og 20. øld (1957), har 37 tilburðir av lungnatuberklum samsvara við eini 209 ný- sjúk fólk, fáa vit, at í hesum tíðarskeiði áttu at hava verið fráboðað 209 X 354 : 37 = umleið 2000 sjúk. Nú noyðast vit sambært somu hugleiðingar sum beint her framman undan at minka hetta tal við einum fimtingi, og eftir verða so umleið 1500. — Nýta vit nú fyri sama 20-ára skeið tølini á nýfráboðaðum úr teirri ætlaðu farmyndini (frá 3. talvu), koma vit til tað úrslit, at 49,7 X 2 T~ 61,6 X 5 + 47,5 X 5 + 70,6 X 5 + 90,3 X 3 = umleið 1268 tuberklasjúk, áttu at hava verið fráboðað uppá hvørjar 10.000 íbúgvar. íbúgvatalið var mitt í hesum tíðarskeiði umleið 12.700, tilsamans áttu tí umleið eini 1610 nýsjúk at hava verið. Hava vit aftur her í huga, at talið hjá Boeg (1906) er í lægra lagi (ber saman við tað, vit áður hava funnið við at bera tað saman við kanningar Rasmussens 1931a), má tað sigast, at okkara ætlaða tal, umleið 1610 sjúk, samsvarar ógvuliga væl við tað taiið, umleið 1500, vit koma fram til við at nýta kanningar Boegs (1901) sum støði, eitt tal, sum vit við vissu halda okkum vita er ov lágt. Rasmussen (1932) hevur talt allar kendar tilburðir av tuberklum í Eiðis læknadømi, sum vóru á lívi h. 31/12 1929, og kom til talið 185 fólk, har hann fann merki av grøddum ella ógrøddum tuberklum. Fara vit nú at bera hetta úrslit saman við 3. farmynd við tað, at vit loyva okkum at siga, at hesir 185 tilburðir stava frá teimum fólkum, sum borin eru i heim í hesum læknadømi síðan 1860, og at hesi øll liva uttan tey, sum deyð eru av tuberklum, so ber til úr 3. talvu at rokna sær til, hvussu nógv nýsjúk skulu hava verið hetta 70-ára tíðarskeiðið (frá 1860—75 seta vit munin millum nýsjúk og deyð til 27 um árið uppá 10.000 íbúgvar, og er hetta á góðari leið, hini tølini beinleiðis tikin úr 3. talvu). Verður fólkatalið í 1880 sett til 1487 og í 1915 til 1987, koma vit til tað úrslit, at 1861—1900 skulu hava verið umleið 240 nýsjúk, og 1901—1929 umleið 214 nýsjúk, tilsamans eini 454 fólk, sum sambært treytir okkara enn skuldu verið á lívi við árslok 1929. Teirra millum skuldu, nýta vit aftur her Poulsen (1957) sum støði, tá verið umleið 241, sum høvdu líkindi til at vísa okkurt merki av grødd- um ella ógrøddum tuberklum (lungnatuberklum, vatn á lungunum og skurðtuberklum). Verður hetta talið nú, eins og omanfyri er gjørt, minkað við einum fimtingi, fáa vit eftir umleið 190 fólk, eitt tal, sum má sigast at hóska væl saman við teimum 185, sum Rasmussen (1932) fann, ser- liga tá vit hava i huga, at hann einans hevði røntgenkanningar at styðja seg til hjá teimum, sum verið høvdu á sjúkrahúsi ella bróstsjúkrahúsi. Og heldur ikki ber til at hugsa sær, at treytir okkara, at øll enn skulu vera á lívi, halda, tí sjálvanđi eru summi deyð av aðrari atvold. Men samanberingin íykir uppaftur her at vísa, at ætlaðu tøl okkara eru á ógvuliga góðari leið.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160
Page 161
Page 162
Page 163
Page 164
Page 165
Page 166
Page 167
Page 168

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.