Fróðskaparrit - 01.01.1956, Page 2

Fróðskaparrit - 01.01.1956, Page 2
10 Tuberklarnir í Føroyum í 19. og 20. øld ingar av gomlum beinagrindum ivaleyst einasti gongdi vegurin. Men higartil er at kalla einki gjort av tílíkum starvi.1) Vit kundu hildið, at tær gomlu kirkjubøkurnar2) kundu hjálpt okkum nakað væl á leið aftur í tíðina, men tíansverri er ikki so (sí kortini seinri). Framman undan 17853) er bert hendingaferð í hesum bókum viðmerkt, hvørjum fólk eru deyð av, men heldur ikki aftaná hetta ár hava prestarnir altíð sett deyðaatvoldina hjá, hóast tað nú seinast í 18. og fyrsta parti av 19. øld verður meira og meira vanligt at finna deyðaatvoldina hjásetta, og um miðjuna av 19. øld standa tær hjá mest sum øllum. Hesar viðmerkingar, gjørdar av prestum — og ymist síggjast hesir at hava lagt sær nær — eftir frásagnum teirra avvarðandi kunnu sjálvandi ikki takast fyri tryggar sjúku= avgerðir, men við varsemi má kortini vera okkum loyvt at miða okkum eftir teimum. Her finna vit nú heitini: tæring, lungetæring, tærende brystsyge, svindsot, lungesvindsot o. s. fr. umframt tað mest ivasama: brystsyge. Boeg (1902) heldur seg við vissu í kirkjubókunum hava funnið tuberklar sum deyðaatvold longu seinast í 18. øld, og teir verða tættari í fyrra helmingi av 19. øld. Men hann skoytir uppí, at teirra millum eru ikki fáir tilburðir, har tað er sjónskt, at sjúkan er komin uttan í frá (t. v. s. hjá fólki ella við ') Óhugsandi er heldur ikki, at gomul skjøl, tá tey einaferð gerast meiri tøk, kunnu stuðla okkum her. 2) Summar av hesum ganga hópin langt aftur í tíðina, aðrar tíverri bert eitt styttri tíðarskeið. Elsta er fyri Eysturoynna frá 1687 og síðani koma: Fyri Sandoynna frá 1719, fyri Suðuroynna frá 1745, fyri Suður- streymoynna frá 1757, fyri Norðuroyggjarnar frá 1760, fyri Vágoynna frá 1797 og yngst er hon fyri Norðstreymoy frá 1816 (fyri hesar upp- lýsingar takki eg harra Páll J. Nolsøe, skjalavørði). 3) í einum próstabrævi, dagf. h. 12. januar 1785, varð gjørt prest- unum kunnugt, at eitt kanselliskriv, dagf. h. 11. september 1784, álegði teimum at viðmerkja i kirkjubókunum m.a.: «Hvussu mong, ið doyðu beinan vegin, tey vóru borin í heim, ella av hungurs-, vanlukku- ella sjúkuávum».
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160
Page 161
Page 162
Page 163
Page 164
Page 165
Page 166
Page 167
Page 168

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.