Fróðskaparrit - 01.01.1956, Page 6
14
Tuberklamir i Føroyum i 19. og 20. øld
sjónskt bendir á, at tuberklar hava verið vanligari, enn
hann sjálvur helt, tí, og hesum er vert at geva gætur, milb
um sjúklingar hansara eru at finna ið hvussu er 6 við tu*
berklum í beinagrindini ella í liðamótunum. Mismunurin
er her ovstórur millum hetta tal og so teir 7, hann sam*
stundis fann við lungnatuberklum. Ongar grundir tykjast
at vera fyri at halda, at lutfallið millum lungnatuberklar
og tuberklar aðrastaðni í kroppinum (í heila= og mønu<
serki, beinagrindini, liðamótunum og øðrum likamslutum)
tá á døgum hevur verið stórt øðrvísi enn nú. Boeg (1902)
fann ið hvussu er í sínum tilfari 1 sjúkling við tuberklum
í øðrum likamslutum uttan í lungunum fyri hvørjar 5, sum
høvdu lungnatuberklar.1) Hann hevur tí ivaleyst eisini her
allan rættin, tá hann finnist at tølum Lunds viðvíkjandi
lungnatuberklum, og tá hann vísir á sama mismun, har
landkirurgurin í heilsulagslýsingini í 1853 sigur seg hetta
ár einans at hava rakað við 2 sjúk av lungnatuberklum,
meðan sama ár bert á gamla landssjúkrahúsinum í Havn
lógu 2 sjúk við tuberklum í rivunum, 1 við tuberklum í
øklaliðinum, 1 við tuberklum í lærlegginum umframt 1 við
tuberklafistli í baktarminum. Eisini minnir hann í hesum
viðfangi á Panum (1847 a), ið — sum nevnt — segði seg
at hava sæð fleiri fólk við tumor albus, sum samanborið
við lungnatuberklar er heldur sjáldsamt fyribrigdi av tu^
berklum.
Nakað trygt um at halda geva hesar eldru bókmentir
okkum tí ikki reiðuliga. Til tess eru tær í hesum føri ikki
nóg vandnar, og vit — nú á døgum — kenna okkum ikki heilt
sannførd um, at tað, teir hava skírt tuberklar, og tað, teir
so eina leggja við ikki er tuberklar, altíð er farið í beinan
bólk. Kanningarháttir teirra og líkindi yvirhøvur til at gera
9 Her má kortini viðmerkjast, at út við 2/s av tilburðunum vóru
tuberklar í eitlunum, tó einans uppí tald stór eitlatyssi ella eisini eitla-
svullar, sum vóru leingi um at grøðast. «Eitlatuberklar» tá á døgum
hava valla altíð verið ein trygg sjúkuavgerð.