Fróðskaparrit - 01.01.1956, Page 11

Fróðskaparrit - 01.01.1956, Page 11
Tuberklarnir í Føroyum í 19. og 20. øld 19 danska tuberklalógin frá 11. mai 1897 hevði lagt somu skyldur á læknar í Danmørk, men lógin var í so máta hildin at vera eitt mistak, og varð tí longu 3 ár seinri og í samband við farsóttalógina av 31. marts 1900 — henda lóg kom ikki í gildi fyri Føroyar — h. 15. mai 1900 frá heilsustjórnini til allar læknar Danmarkar sent rundskriv, ið segði frá, at skyldan at boða frá lungnatuberklum nú skuldi detta burtur. Men í Føroyum er henda skylda onga* tíð avtikin. Hin 15. mai 1903 verður áðurnevnda lóg fyri Føroyar frá 1898 longd til 1. apríl 1904, og 29. marts í hesum ári verður lóg nr. 40 viðvíkjandi atgerðum móti smittsomum sjúkum sett í gildi her á landi, og tekur hon uppaftur skylduna at boða frá deyðum av lungnatuberklum, men sigur einki um fráboðan av livandi við lungnatuberkh um. Somu reglur um tey deyðu eru at finna í lóg nr. 260 av 16. december 1910, men tá var onnur lóggáva viðvíkj* andi tuberklum longu komin í 1905. Fráboðanarskylda læknanna viðvíkjandi teimum livandi sjúku man í Føroyum hava verið óbroytt í gildi frá 1899. Ið hvussu er verða í heilsulagslýsingunum hesi árini — eitt nú fyri 1904, bls. 249 — av og á hesar fráboðanir á oyðubløðum nevndar. Hví skyldan í Danmørk varð avtikin, verður seinri nevnt. Við fyriskipan av 1. december 1905 verður lóg nr. 69 av 14. apríl 1905 viðvíkjandi atgerðum móti tuberklum sett í gildi fyri Føroyar, og í hesi lóg koma nú tær reglur, at allir tilburðir av tuberklum í lungum og barkakýli eins og øll andlát av somu sjúku í somu likamslutum skulu verða fráboðaðir embætislæknanum. Fyriskipan av 6. december 1912, sum setur í gildi í Føroyum lóg nr. 55 av 1. apríl 1912, hevur somu reglur, kortini er orðalagið har viðvíkj* andi andlátunum: «Tá eitt fólk doyr av tuberklum» — ikki einans av lungnatuberklum — fevnir sostatt um fleiri sjúk enn áður. Loksins setur fyriskipan nr. 185 av 1. apríl 1921 lóg nr. 145 av 12. marts 1918 í gildi í Føroyum, og í hesi lóg stendur so tann avmarking av fráboðanunum, sum hevur verið í gildi óbroytt higar til dags: skylda læknanna at
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160
Page 161
Page 162
Page 163
Page 164
Page 165
Page 166
Page 167
Page 168

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.